Robert Golob

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Robert Golob í 2022.

Robert Golob (føddur 23. januar 1967 í Šempeter pri Gorici) er slovenskur politikari, sum hevur verið forsætisráðharri í Slovenia síðan 2022.

Golob er útbúgvin elverkfrøðingur frá universitetinum í Ljubljana í 1994.[1] Hann hevur verið leiðari fyri sosialliberala flokkin Gibanje Svoboda síðan januar 2022. Í mai mánaði 2022 varð hann valdur til nýggjan forsætisráðharra í Slovenia.[2]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. Robert Golob s čela energetske družbe poletel na vrh vlade, 24ur.com, 24. apríl 2022 (á sloveniskum)
  2. Robert Golob elected prime minister, sta.si, 25. mai 2022