Reyðahavið
Appearance
Reyðahavið er havið ímillum Norðurafrika og Arábia. Tey lond, sum liggja fram við Reyðahavi, kalla vit Reyðahavslondini; tey eru Egyptaland, Ísrael, Saudiarábia, Jemen, Jordan, Sudan, Eritrea og Djibuti. Suezveitin er ein tann týdningarmesta farleið í øllum heiminum; hon er grivin ígjøgnum tann 171 km langa Suezdalin úr Miðjarðarhavinum í Reyðahavið. Tað var í árinum 1859, at 25.000 mans settu á at grava, og ikki fyrr enn í 1869 vóru teir lidnir. Suezveitin styttir farleiðina úr Evropa til Ásia uml. 12.000 km.