Rebetes
Ein rebetis (á grikskum: ρεμπέτης (re(m)ˈbetis); fleirtal: rebetes ρεμπέτες [re(m)ˈbetes]) er ein tónleikari, sum luttekur í tí griksku tónleikasjangruni sum nevnist rebetiko, og sum var í hæddini millum 1920 og 1955. Rebetiko uppstóð, tá flóttafólk úr Lítla Asia, sum vóru av grikskum uppruna ella hoyrdu til tað griksk-ortodoksu trúnna, vóru tvangsflutt úr Lítla Asia (í dag Turkaland) til Grikkalands. Nógv av hesum fólkum búðu í Athen og serliga í Pireus, nærhendis Athen. Tey møttust og sungu við longsli um tað mista móðurlandi, og tann stílurin ið tey spældu, var seinni nevndur Rebetiko (stavast Rempetiko á grikskum, men mp ljóðar sum b). Fólkini vóru tvangsflutt í tíðarskeiðnum kring 1922, sum í Grikkalandi verður nevnt sum I megali katastrofi (Tann stóra katastrofan), tá teirra ætlan við at víðka um Grikkaland, hetta nevndist Megali Idea (Tað stóra hugskotið), miseydnaðist fullkomiliga, og grikkar taptu móti turkiska Mustafa Kemal Atatürk og hansara monnum. Tað vóru ikki øll flóttafólkini ið dugdu at tosa tað grikska málið. Rebetiko sangirnir eru tó sungnir á grikskum.
Væl kendir rebetes:
- Rita Abatzi
- Babis Tsertos
- Giorgos Batis
- Sotiria Bellou
- Anestis Delias
- Roza Eskenazi
- Mihalis Genitsaris
- Dimitris Gogos (Bayianderas)
- Giannis Eitziridis (Yovan Tsaous)
- Apostolos Hatzichristos
- Manolis Hiotis
- Manolis Chrysafakis
- Anna Chrysafi
- Apostolos Nikolaidis
- Marika Ninou
- Giannis Papaioannou
- Vangelis Papazoglou
- Stratos Pagioumtzis
- Stelios Perpiniadis (Stellakis)
- Kostas Roukounas
- Kostas Skarvelis
- Prodromos Tsaousakis
- Vassilis Tsitsanis
- Markos Vamvakaris (Markos)
- Kostas Kaplanis
- Andonis Kalyvopoulos
- A. Kostis
- Antonis Dalgas
- Giorgos Theologitis (Katsaros)
- Stelios Keromitis
- Giorgos Mouflouzelis
- Giorgos Kavouaras
- Odysseas Moshonas
Viðmerking: Av og á (og tað er eitt umstrítt evni) verður definisjónin á rebetes víðka til eisini at fevna um nútíðar grikskar tónleikarar, sum til dømis Babis Goles og Agathonas Iakovidis.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Damianakos Stathis, Κοινωνιολογία του Ρεμπέτικου 2nd Edition. Athen, Plethron, 2001.
- Gauntlett Stathis, Rebetika, Carmina Graeciae Recentoris. Athen, D. Harvey and Co., 1985.
- Hadjidakis Manos, Ερμηνεία και θέση του ρεμπέτικου τραγουδιού. 1949.
- Holst-Warhaft Gail, Road to Rembetika: Music of a Greek sub-culture, songs of love, sorrow and hashish, Archived 2007-09-21 at the Wayback Machine Athen, Denise Harvey, 1989
- Kotarides Nikos, Ρεμπέτες και ρεμπέτικο τραγούδι. Athen, Plethron, 1996.
- Kounades Panagiotis, Εις ανάμνησιν στιγμών ελκυστικών. Athen, Katarti, 2000.
- Petropoulos Elias, Ρεμπέτικα τραγούδια. Athen, 1968.