Rúnakvæði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Rúnakvæði eru trý kvæði frá miðøldini, ið greiða frá nøvnunum hjá rúnunum á fornenskum, norskum og íslenskum.

Tey íslensku og norsku rúnakvæðini innihalda 16 rúnir frá teimum yngri rúnarøðunum og fornenska rúnakvæðið inneheldur 26 rúnir frá tí fornenska rúnaraðnum. Fornenska kvæðið er sannlíkt skrivað í 10. øld men kan vera eldri. Norska kvæðið er sannlíkt frá 13. øld og tað íslenska frá 15. øld. Kvæðini eru ólík, men í øllum kvæðunum eru bæði heiðnar og kristnar kenningar. Umframt hesi trý kvæðini er rúnalisti skrivaður í 9. øld, ið er nevndur Abecedarium Nordmannicum.

Lutverkið hjá rúnakvæðunum er óvisst, men trúliga vóru tey áminningarramsur fyri att kunna minnast raðið og nøvnini hjá rúnunum.

Íslenska rúnakvæðið[rætta | rætta wikitekst]

# rún navn Forníslenskt Føroyskt
1

er frænda róg
  ok flæðar viti
  ok grafseiðs gata

er klandurin hjá frændunum
  og vitin hjá sjónum
  og gøtan hjá ormurin.

2 Úr

Úr er skýja grátr
  ok skára þverrir
  ok hirðis hatr.

Regn er gráturin hjá skýggjunum
  og tvørin hjá skurðinum
  og haturið hjá hirðanum.

3 Þurs

Þurs er kvenna kvöl
  ok kletta búi
  ok varðrúnar verr.

Tussi er kvølin hja kvinnunum
  og búgvín hjá klettunum
  og maðurin hjá risakvendinum.

4 Óss

Óss er algingautr
  ok ásgarðs jöfurr,
  ok valhallar vísi.

Ásur er Algingautur
  og furstur hjá Ásgarðinum
  og harrin hjá Valhøllini.

5 Reið

Reið er sitjandi sæla
  ok snúðig ferð
  ok jórs erfiði.

Reið er sælan hjá reiðmonnunum
  og snúðlig ferð
  og slitið hjá rossinum.

6 Kaun

Kaun er barna böl
  ok bardaga [för]
  ok holdfúa hús.

Sár er óhappið hjá børnunum
  og harmulig stað
  og húsið hjá spekingini.

7 Hagall

Hagall er kaldakorn
  ok krapadrífa
  ok snáka sótt.

Hagl er kalt korn
  og krapaveður
  og sjúkan hjá snákunum.

8 Nauð

Nauð er Þýjar þrá
  ok þungr kostr
  ok vássamlig verk.

Neyð er tráið hjá trælkonunum
  og tungur kostur
  og møðsamt verk.

9 Íss

Íss er árbörkr
  ok unnar þak
  ok feigra manna fár.

Ísur er børkurin hjá áunum
  og takið hjá alduni
  og fárið hjá feigu monnunum.

10 Ár

Ár er gumna góði
  ok gott sumar
  algróinn akr.

Yvirflóð er vælsignilsið hjá menniskjunum
  og gott summar
  og blómandi akur.

11 Sól

Sól er skýja skjöldr
  ok skínandi röðull
  ok ísa aldrtregi.

Sól er skjøldurin hjá skýggjunum
  og skínandi strála
  og oyðarin hjá ísunum.

12 Týr

Týr er einhendr áss
  ok ulfs leifar
  ok hofa hilmir.

Týr er ásur við einum hondum
  og leivdirnar hjá úlvinum
  og hilmirin hjá hovunum.

13 Bjarkan

Bjarkan er laufgat lim
  ok lítit tré
  ok ungsamligr viðr.

Bjørk er leyvmikil kvistur
  og lítið træ
  og ungligur viður.

14 Maðr

Maðr er manns gaman
  ok moldar auki
  ok skipa skreytir.

Maður er gamanið hjá manninum
  og økingin hjá moldini
  og skreytirnar hjá skipunum.

15 Lögr

Lögr er vellanda vatn
  ok viðr ketill
  ok glömmungr grund.

Løgur er vellanda vatn
  og viður ketil [el. goskelda]
  og grundin hjá fiskunum.

16 Ýr

Ýr er bendr bogi
  ok brotgjarnt járn
  ok fífu fárbauti.

Takstræ er bendur bogi
  og brotilt jarn
  og risin hjá pílinum.