Rólandskvæði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tær átta fasurnar í Rólandskvæðnum, avmyndaðar í sama bílæti

Rólandskvæði (franskt La Chanson de Roland) er ein episk yrking, ella kappakvæði, ið byggir á Runsivalsstríðið í ár 778, undir stjórnaskeiði Karlamagnusar. Hon er elsti varðveitti teksturin í fronskum bókmentum, og finst í fleiri útgávum, og sýnir hetta hvussu vælumtóktur hesin tekstur var frá 12'tu til 14. øld.

Ætlandi varð yrkingin skrivað í tíðarskeiðnum millum 1040 og 1115; elsta útgávan frá 1040, við seinni ískoytum og broytingum gjørdar fram til uml. 1115. Endaligi teksturin fevnir uml. 4.000 reglur. Yrkingin er, saman við spanska Cantar de Mio Cid, eitt framúr dømi um kappakvæði (chanson de geste), ið var ein bókmentagrein sum blomstraði frá 11'du til 15. øld, og fagnaði kappabrøgdum.

Persónar (karakterir)[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðspersónar[rætta | rætta wikitekst]

  • Baligant, emirur í Bábylon; Marsilúur útvegar sær hjálp frá honum móti Karlamangusi.
  • Blancandrin, vísur heidningur; skjýtur upp at mutra Karlamangnus úr Spania við gíslum og gávum, og skjýtur síðan upp at vanæra eitt lyfti um at loyva Marsilúi at doypast.
  • Bramimonde, drotningin í Saragossa, kona kong Marsilú; verður fangað og umvend av Karlamagnusi eftir at býurin er fallin.
  • Karlamagnus (Charlemagne), Halgi rómverski keisari; hansara herur berjist móti sarasenum í Spania.
  • Gýðin jall (Ganelon), vondi svíkjarin, aðalsmaður og stjúkfaðir Rólants, hann eggjar Marsilúi at leypa á franska herin.
  • Kongurin Marsilúur (King Marsilla), saraseni, kongur í Spania; Rólant særir hann og hann doyr seinni av sárinum.
  • Nemus hertugin (Naimon), tólvjavningur, trúfasti ráðgevin hjá Karlamagnusi keisara.
  • Ólivar (Oliver), tólvjavningur, vinur Rólants; verður deyðiliga særdur av Margarice. Hann ímyndar vísdóm.
  • Rólant (Roland), tólvjavningur, hetjan í kvæðnum; systursonur Karlamagnusar; leiðir aftasta verjuliðið av franska herinum; hann brestir tinningin av at blása so hart í hornið Ólivant og doyr seinni av hesum.
  • Turpin erkibisp (Turpin archbishop of Rheims), umboðar herliðið hjá Katólsku kirkjuni.

Aðrir persónar[rætta | rætta wikitekst]

  • Aude, trúlovað við Rólanti, og systir Ólivar.
  • Basan, franskur barónur, myrdur meðan hann er sendimaður hjá Marsilúi.
  • Bernhardur (Bérengier), ein av tólvjavningunum ið varð dripin av herinum hjá Marsilúi; hann drepur Estramarin; verður sjálvur dripin av Grandoyne.
  • Besgun, høvuðskokkur í heri Karlamagnusar; hann verjir Gýðin jall eftir at svík Gýðin jals er avdúkað.
  • Geboin, verjir yvir deyðu frankunum; verður leiðari í øðrum raði Karlamagnusar.
  • Godefroy, merkisberi hjá Karlagnusi; bróður Thiery, verji Karlamagnusar móti Pinabel.
  • Grandoyne, krígsmaður í partinum hjá Marsilúi; sonur kong Capuel í Kappadokia; drepur Gerin, Gerier, Berenger, Guy S. Antoine, og Astorge hertugin; verður dripin av Rólanti.
  • Hamon, samhersleiðari í áttandu herdeild Karlamagnusar.
  • Lorant, franskur hersleiðari av eina fyrstu herdeildunum móti Baligan; dripin av Baligant.
  • Milon, verjir deyðu frankarnar meðan Karlamagnus eltir sarasenherin.
  • Olgar Danski (Ogier the Dane), ein dani ið leiðir triðja raðið í heri Karlamagnusar móti herinum hjá Baligant.
  • Othon, verjir deyðu frankarnar meðan Karlamagnus eltir sarasenherin.
  • Pinabel, berjist fyri Gýðin jall í hólmgonguni (einvígginum).
  • Thierry, berjist fyri Karlamagnus í hólmgonguni (einvígginum).