Rókur (talv)
Appearance
| Talvfólk | |
|---|---|
| Kongur | |
| Frúgv | |
| Rókur | |
| Bispur | |
| Riddari | |
| Finna | |
Rókurin er eftir frúnna næststerkasti maður í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari tveir rókar, sum standa í hvørjum sínum króki. Rókurin gongur eftir beinum linjum, tvørturum og upp og niður. Hann hevur ikki loyvi at leypa upp um annað fólk, uttan tá lopið verður í borg.
