Leypa í borg
At leypa í borg er einasti leikur í talvi, har tvey talvfólk í sama liti verða leikt í senn. Við í leikinum eru bara kongurin og annar rókurin. Leikurin verður gjørdur soleiðis, at kongurin fyrst verður leiktur tveir puntar yvir ímóti øðrum rókinum, síðan verður hesin rókurin leiktur beint yvir um kongin.
Tað er loyvt at leika bæði kong og rók í senn við báðum hondunum. Men verður bara ein hond brúkt, skal kongurin verða leiktur fyrst og so rókurin. Leikar tú rókin fyrst, hevur tú ikki loyvi at leika kongin yvir um rókin aftaná.
Ikki er loyvt at leypa í borg um:
a) kongurin ella rókurin, sum ætlanin er at leypa í borg við, hava verið leikt áður
b) kongurin stendur í skáki
c) fólk hjá mótpartinum hóttir puntin, sum kongurin leypir yvirum
d) annað fólk stendur ímillum kongin og rókin, sum ætlanin er at leypa í borg við
Skilt verður í millum stuttu borg og longu borg. Í stuttu borg er rókurin á h-linjuni við í leikinum, og tá er borgin styttri enn hin langa, har rókurin á a-linjuni er við.