Jump to content

Protestantisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Protestantiska læran tók seg upp í Týsklandi. Um 1560 var kristna læran í Evropa farin í tvíningar, ta protestantisku og ta katólsku. Fyrst í 16. øld hildu summi kristin, at Rómversk-katólska kirkjan ikki longur livdi eftir Jesu læru. Á odda í mótmælunum gekk týski munkurin, Martin Luther, og mong fóru í part við honum. Tey tóku seg úr rómversk-katólsku kirkjuni og byrjaðu eina rørslu, trúbotina. Trúbotin kom til Føroya í 1538. Nógvir týskir fúrstar tóku við nýggju læruni, so fingu teir loyst seg úr valdi pávans og keisarans í Rómverska ríkinum (hin katólski politiski valdsharrin).

Flestu kristnu, sum ikki eru í katólsku ella ortodoksu kirkjuni, eru protestantar. Flestir føroyingar eru limir í fólkakirkjuni, sum er protestantisk (evangelisk-luthersk). Summar protestantiskar kirkjur eru evangeliskt-lutherskar, aðrar reformertar.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið