Pollapönk
Appearance
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/d/d5/Pollap%C3%B6nk%2C_ESC2014_Meet_%26_Greet_03.jpg/250px-Pollap%C3%B6nk%2C_ESC2014_Meet_%26_Greet_03.jpg)
Pollapönk er ein íslenskur tónleikabólkur úr Hafnarfirði, sum varð stovnaður í 2006[1] av tveimum barnagarðspedagogum, sum ynsktu at skapa tónleik, ið bæði børn og vaksin kundu njóta saman[2]. Bólkurin vann Söngvakeppnin í 2014 og umboðar Ísland í Evropeisku tónleikakappingini Eurovision Song Contest í 2014. Pollapönk kom víðari í fyrru hálvfinaluni, sum varð hildin hin 6. mai 2014 í Keypmannahavn. Teir gjørdust nummar 15 í finaluni við 58 stigum[3].
Limir
[rætta | rætta wikitekst]- Heiðar Örn Kristjánsson (síðan 2006)
- Haraldur Freyr Gíslason (síðan 2006)
- Guðni Finnsson (síðan 2007)[4]
- Arnar Þór Gíslason (síðan 2007)[4]
Heiðar og Haraldur stovnaðu tónleikabólkin Botnleðja í 1994 saman við Ragnar Pál Steinsson[5].
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Album
[rætta | rætta wikitekst]- 2006 - Pollapönk
- 2010 - Meira pollapönk
- 2011 - Aðeins meira pollapönk
- 2014 - Bebebe-besta pollapönkið
Stakløg
[rætta | rætta wikitekst]- 2011 - "Ættarmót"
- 2014 - "Enga fordóma" / "No Prejudice"
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Enga fordóma 900-9906
- ↑ "Pollapönk". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-02-22. https://web.archive.org/web/20140222162849/http://www.inspiredbyiceland.com/inspiration/iceland-airwaves/pollaponk/. Heintað 2014-05-23.
- ↑ Eurovision Song Contest 2014 Grand Final
- ↑ 4.0 4.1 Iceland: Pollapönk Interview
- ↑ Þegar öllu er á botninn hvolft