Peteroy
Peteroy (alment norskt heiti: Peter I Øy[1] ella Peter 1.s øy[2]) er ein lítil oyggj uttan fyri Antarktis. Oyggin hoyrir til Norra. Landaøki er 156 ferkilometrar. Sjálvt ein stillan dag rennur kaldur vindur niður frá teimum hægri liggjandi umráðunum í Antarktis og sópar alt burtur út fyri ískantinum við Bellingshausenhavinum. Og miðaltemperatururin liggur undir null alt árið.
Gosfjallið Lars Christensentoppen, við 1,640 metrum til hæddar, liggur í norðara parti á oynni og tað er eisini hægsta fjallið. Lars Christensentoppen er eitt dyngjugosfjall. Dyngjugosfjøll verða til, tá lættflótandi grótbræðingar floyma úr gos opum. Slíkar gosbræðingar renna langt, áðrenn tær storkna, og tí eru hesi gosfjøllini lág. Øskutilfarið er lítið ella einki. Oyggin er 19 km long og 11 km breið.
Hóast tað er kalt, er havið kring Peteroynna ríkt og føðir pingvinir, kópar og fugl, sum halda til á oynni.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Peter I Øy Stadnamn i norske polarområde, Norsk polarinstitutt
- ↑ Årsmelding 1995[deyð leinkja] Språkrådet
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]