Paros

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Paros

Paros (grikskt: Πάρος) er ein griksk oyggj, sum liggur mitt í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Kykladurnar (grikskt: Κυκλάδες), vestanfyri Naksos, sunnanfyri Mykonos, eystanfyri Antiparos og norðanfyri Ios og Sikinos. Oyggin er 195 km2 til støddar, har búgva umleið 8.000 fólk. Hægsta fjallið eitur Agios Elias og er 771 metrar høgt. Høvuðsbýurin, Parikia, liggur á vesturstrondini, har er tann mest týðandi havnin, sum hevur stóran týdning bæði fyri ferðavinnuna og fiskivinnuna á oynni. Fyrr í tíðini var Paros kent fyri marmor av høgari góðsku, og í dag sær man eisini fleiri marmorbrot á oynni, men í dag er oyggin betri kend sum ein ferðamannaoyggj. Fleiri ferjur sigla frá meginlandinum til Paros, ferðafólk bæði úr Grikkalandi og úr øðrum londum ferðast nógv til Paros, tó mest í summarhálvuni. Tann vælkendi norðanvindurin, sum verður nevndur Meltemi, blæsur inn yvir oynna um summarið, tað hevur gjørt, at við fleiri strendur er vindsurfing eitt av tilboðunum til tey ferðandi.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Tað vóru fólk úr Arkadia og av Kreta, ið fyrst bygdu Paros. Stutt eftir hetta komu jónarnir frá Athen. Oyggin sigst at hava verið nevnd við øðrum nøvnum enn Paros, eitt nú skal hon hava itið: Plateia (ella Paktia), Demetrias, Strongyli (sum merkir rund, hetta orsakað av tí runda skapinum av oynni), Hyria, Hyleessa, Minoa og Kabarnis. Jónarnir førdu ríkdóm við sær og sendu síðan koloniir av Paros til Thassos og til Parium á Hellespont. So seint sum ár 385 á.Kr. bygdu fólk frá Paros saman við Dionysius av Syrakus, eina koloni á tí Illyrisku oynni Faros (Hvar, hoyrir í dag til Kroatia).[1] Eftir øllum at døma hoyrdi Paros til Naxos stutt áðrenn Persarakríggið. Í tí fyrra persarakrígnum (490 á.Kr.) var Paros í parti við persarum. Afturfyri komu atheniensarnir við einum flota undir leiðslu av Miltiades, teir hersettu oynna, góvu teimum bót á 100 talentir og løgdu nógv í oyði. Fólkið á Paros gjørdi so mikið stóra mótstøðu, at atheniensarnir fóru avstað aftur eftir at hava hersett Paros í 26 dagar. Undir tí seinna persarakrígnum, var Paros eisini í parti við persarum, sum tá var undir Xerxes I av Persia, ímóti grikkum (480 - 479 á.Kr.). Seinni var oyggin hart revsað fyri hetta av atheniensarum undir leiðslu av Themistokles.

Paros gjørdist seinni partur av Rómverjaríkinum og síðan av Bysantinska Ríkinum. Síðan kom oyggin at hoyra til Lýðveldið Venesia. Í 1537 var gjørdist Paros partur av tí Osmaniska Ríkinum, og tað vardi heilt fram til Grikska Frælsisstríðið (1821–1829).

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Diodorus Siculus, XV.13
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið