Lýðveldið Venesia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Lýðveldið Venesia (venetianskt: Repùblica Vèneta ella Repùblica de Venesia) var eitt býarríki í Italia, stovnað í 6. øld. Tað ríkaði seg skjótt av nógva handlinum við Asia, og alsamt vaksandi herflotin útvegaði ríkinum góðar handilssáttmálar. Frá um 1100 fingu teir sær úthavnir í eystara parti í Miðjarðarhavi og vunnu sær mikið vald á hesum leiðum.

Í 15. øld fóru Osmannisku turkarnir at kappast við venesiska handilsveldið. Í 1463 brast mikil bardagi á ímillum londini, hann vardi í 16 ár. At enda vunnu turkar sigur, tá høvdu teir einaferð verið næstan inni í miðbýnum í Venesia. Í 1479 var friður fingin í lag, og Venesia slapp at hava nakrar úthavnir í eystara parti í Miðjarðarhavi, men mátti binda seg til at gjalda Osmanniska sultáninum stórar peningaupphæddir á hvørjum ári.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið