Pamela Anderson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Pamela Anderson
Pam Anderson 2009.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. jul 1967 í/á Ladysmith, British Columbia
Alma mater École Highland Secondary School
Starv sjónleikari, sjónvarpsleikari, filmsleikari, Playmate, modell
Børn Brandon Lee, Dylan Lee
Mál Enskt mál
Heimasíða http://pamelaanderson.com/
Dátuheiti
ISNI 0000 0001 0927 134X
VIAF 94951102
LCAuth n96006533
IMDB nm0000097
Commons Pamela Anderson

Pamela Denise Anderson (fødd 1. juli 1967) er ein kanadisk-amerikonsk modell og sjónleikarinna av finskari ætt. Hon varð fødd í Ladysmith, British Columbia í Kanada. Í 1988 flutti hon til Vancouver, sum er høvuðsstaður í British Columbia. 22 ára gomul í 1989 byrjaði hennara lívsleið sum modell, tá hon var modell fyri ølmerkið Labatt. Hon gjørdist vælumtókt og flutti til Los Angeles, USA, fyri at gerast modell í tíðarritinum Playboy. Í 1991 byrjaði hon lívsleiðina sum sjónleikarinna og fekk sítt stóra altjóða gjøgnumbrot í 1992 sum C.J. Parker í tí amerikonsku sjónvarpsrøðini Baywatch, og Pamela í sínari reyðu svimjidrakt gjørdist nærmast sereyðkenni fyri røðina.

Í 1995 giftist hon Tommy Lee, trummuláara frá heavy metal-bólkinum Mötley Crüe, saman fingu tey børnini Brandon Thomas Lee og Dylan Jagger. Ein privat sexvideofilmur hjá parinum bleiv stolin og vístur á internetinum, áðrenn parið bleiv skilt í 1998. Hin 6. oktober 2007 giftist hon Rick Salomon í Las Vegas, men søkti um hjúnaskilna longu 2 mánaðar seinni. Í januar 2014 giftust tey bæði fyri aðru ferð.

Síðan Baywatch hevur Pamela livað eitt Hollywood-lív, hon hevur aftur verið Playboy-modell, hon hevur skrivað eina sjálvævisøgu, spælt við í nøkrum filmum (m.a. Stripperella & Baywatch: Hawaiian Wedding & Borat), hon hevur innspælt eitt staklag við Bryan Adams, og so hevur hon arbeitt nógv til frama fyri hótt djórasløg. Hin 1. august 2014 kom hon til Føroya fyri at mótmæla grindadrápi. Hon luttók saman við øðrum Sea Shepherd-fólkum á tíðindafundi á Hotel Føroyum, ið felagsskapurin stroymaði beinleiðis á heimasíðu síni.[1] Pamela er veganari.

Filmar og sjónvarpsrøðir[rætta | rætta wikitekst]

Filmar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1991The Taking of Beverly Hills
  • 1993Snapdragon
  • 1994Raw Justice
  • 1996Naked Souls
  • 1996Barb Wire
  • 2002Scooby-Doo
  • 2003Scary Movie 3
  • 2003Pauly Shore Is Dead
  • 2005No Rules
  • 2006Borat
  • 2008Superhero Movie
  • 2008Blonde And Bloner
  • 2010Costa Rican Summer
  • 2011Hollywood & Wine

Sjónvarpsrøðir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aktuelt.fo, Pamela: Tíðindafundurin byrjaður