Jump to content

Palle Julsgart

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Palle Julsgart of ein av hansara standmyndum sum nevnist Sólareyga.

Palle Lykke Julsgart (føddur 15. mars 1944 í Keypmannahavn er dani, búsitandi í Føroyum. Hann hevur búð á Tvøroyri síðan 1985. Palle er listamaður, myndahøggari og listamálari.

Gallarí Oyggin

[rætta | rætta wikitekst]

Palle Julsgart eigur og rekur Gallarí Oynna á Tvøroyri. Rundan um gallaríið er urtagarður við blómum, trøum og plantum, sum Palle hevur plantað. Fleiri av standmyndum hansara standa í urtagarðinum, og aðrar standa á plássinum yvir av Gallarí Oynni við handilin Tangabúðina, sum Palle og kona hansara Ebba Julsgart eiga. Gallarí Oyggin hevur fleiri framsýningar um árið við listaverkum, sum føroysk og norðurlendsk listafólk hava gjørt.[1]

Listaferðir og undirvísing

[rætta | rætta wikitekst]
Frælsi, standmynd, sum Palle Julsgart hevur gjørt. Stabbin er gjørdur av stabbagróti úr Froðba. Palle fekk íblástur til heitið, "Frælsi", av sangi hjá Frændum, sum fyrrverandi versonur Palla, Eyðun Nolsøe, hevur skrivað.

Julsgart hevur seinastu árini skipað fyri listaferðum til Føroya, til Suðuroynna.[2] Fólk kunnu koma bæði úr Føroyum og úr øðrum londum, serliga úr Danmark, fyri at læra seg at mála listaverk. Palle undirvísir sjálvur á hesum listaferðum, og hann skipar eisini fyri útferðum til vøkur støð í Suðuroynni, har tey luttakandi kunnu fara. Palle Julsgart hevur eisini undirvíst í listamáling á kvøldskúla á Tvøroyri í Suðuroynni í fleiri ár.

  1. "Kunning.fo". http://www.kunning.fo/event.asp?EID=4446. Heintað 2011-01-29. 
  2. "Kunstrejser.net". http://www.kunstrejser.net/. Heintað 2011-01-29. 

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið