Pål Sverre Valheim Hagen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pål Sverre Valheim Hagen

Pål Sverre Valheim Hagen (føddur í tann 6. november 1980 Stavanger) er ein norskur sjónleikari, ið hevur spælt við í filmum sum t.d. Kon Tiki, Ragnarok, Amundsen, Kraftidioten og Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum?. Hann spældi eisini við í sjónvarpsrøðini Exit frá 2019. Hann er nokk best kendur altjóða fyri at spæla Thor Heyerdahl í filminum Kon-Tiki, ið varð tilnevndur Oscar og Golden Globe viðr.[1] Hann hevur eisini vunnið norska Amandaprisen fyri leiklutin sum Thor Heyerdal í Kontiki.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "PÅL SVERRE HAGEN VALHEIM V08". DET NORSKET TEATRET. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann December 25, 2013. https://web.archive.org/web/20131225061426/http://www.detnorsketeatret.no/index.php?option=com_content&view=article&id=338:pal-sverre-valheim-hagen-v08&catid=14:sub-pages&Itemid=142. Heintað January 20, 2013. 
  2. "Pål Sverre Valheim Hagen". Store Norske Leksikon. https://snl.no/P%C3%A5l_Sverre_Valheim_Hagen. Heintað 27. december 2020.