Ormurin Langi (tíggjumannafar)
Appearance
Ormurin Langi er eitt føroyskt 10-mannafar, sum Róðrafelagið knørrur eigur. Báturin er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins.
Navnið Ormurin Langi stavar frá kvæðinum við sama navnið, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Ormurin Langi hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.
Ormurin Langi hevur vunnið 3 føroyameistarheitir í 10-mannaførum. Ormurin Langi vann árini 2018, 2019 og 2020, hesi árini vann Ormurin Langi 20 útav 21 møguligum róðrum.