Olympiakos FC

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Olympiakos
Navn ΠΑΕ Ολυμπιακός Σύνδεσμος
Φιλάθλων Πειραιώς
(Olympiacos Club of Fans of Piraeus)
Kelinavn Τhrylos (Legendan)
Erythrolefki (Teir reyðu-hvítu)
Kokkini (Teir reyðu)
Stovnað 10. mars 1925
Leikvøllir Karaiskakis Stadion
Rúmd 32.115
Formaður Evangelos Marinakis
Høvuðsvenjari José Miguel González
Liga Superliga Grikkalands
2018-19 2
Heimasíða Heimasíða/
Heimavøllur
Útivøllur
Her skal Olympiacos spæla ímóti Chelsea á heimavølli til Champions League 2007/08. Nógv reyð og hvít viðhaldsfólk síggjast.

Olympiakos F.C. (grikskt: ΠΑΕ Ολυμπιακός) er eitt grikskt fótbóltsfelag, sum hevur heimavøll í Pireus, Karaiskakis Stadium. Felagið varð stovnað hin 10. mars 1925 og er higartil (apríl 2013) tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Grikkalandi við 40 grikskum meistaraheitum (Σούπερ Λίγκα Ελλάδα / Superliga Grikkalands), harumframt hava teir vunnið 25 grikskar steypakappingar (Κύπελλο Ελλάδος Ποδοσφαίρου) og 4 griksk supercup. Felagið er eitt av fýra, ið aldrig er flutt niður í næstbestu deildina. Í evropeiskum kappingum er felagið tvær ferðir komið í kvartfinaluna, tað var í 1998–99 UEFA Champions League og 1992–93 European Cup Winners' Cup.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

1931, 1933, 1934, 1936, 1937, 1938, 1947, 1948, 1951, 1954, 1955, 1956, 1957, 1958, 1959, 1966, 1967, 1973, 1974, 1975, 1980, 1981, 1982, 1983, 1987, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2002, 2003, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016, 2017
1947, 1951, 1952, 1953, 1954, 1957, 1958, 1959, 1960, 1961, 1963, 1965, 1968, 1971, 1973, 1975, 1981, 1990, 1992, 1999, 2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2013, 2015
1980 , 1987, 1992, 2007
  • Grikkaland-Kypros Steypakappingin (vardi frá 1969-73) : 3
1969, 1972, 1976
1963

Karaiskakis vanlukkan[rætta | rætta wikitekst]

8. februar 1981 hendi ein vanlukka á Kariskakis Stadion í Neo Faliro býarpartinum, beint eftir ein heimadyst hjá Olympiakos móti AEK Athen. Viðhaldsfólk hjá Olympiakos vildu skunda sær út fyri at feira 6-0 sigurin, men Portur 7 var ikki heilt opið, so fólk sluppu ikki út, og í troðkanini duttu fleiri og blivu trampaði í hel. 21 fólk doyðu, tey vóru millum 14 og 40 ára gomul. 20 av teimum vóru viðhaldsfólk hjá Olympiakos.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið