Vanlukkan á Karaiskakis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Karaiskakis vanlukkan)

Karaiskakis vanlukkan var ein hending ið fór fram í Pireus, nærindis grikska høvuðsstaðin Athen á Karaiskakis Stadion í Neo Faliro býrarpartinum hin 8. februar 1981, beint eftir ein fótbóltsdyst millum Olympiakos F.C. og AEK Athen. Vanlukkan hendi við portur 7, sum á grikskum eitur Θύρα 7 / Thyra 7. Tað stendur ikki heilt greitt júst hvat ið fór fram og hvør ið orsøkin var, men sambært politifrágreiðingini, so var portur 7 ikki latið heilt upp, tá ið ein rúgva av Olympiakos viðhaldsfólki stormaðu móti útgongdini, fyri at feira 6-0 sigurin móti AEK. Tað bleiv ein troðkan frammanfyri hurðina, nøkur fólk mistu balansan og duttu, og so duttu onnur fólk omanyvir tey aftur, meðan onnur gingu uppiá teimum. Í alt doyðu 21 fólk í vanlukkuni, tey vóru trampaði í hel. 20 av teimum vóru Olympiakos viðhaldsfólk og eitt av teimum var AEK viðhaldsfólk, ið fylgdist við einum vinfólki, ið var viðhaldsfólk hjá Olympiakos. 19 av teimum sum lótu lív, doyðu á staðnum, meðan tvey lótu lív á sjúkrahúsi av løstunum tey fingu. Tey sum doyðu vóru tannáringar og ung vaksin. Í minsta lagi 55 onnur fólk fingu skaða.[1]

Til minnis um hesa vanlukku og fyri at minnast tey ungu ið lótu lív, savnast fólk á hvørjum ári 8. februar við Portur 7 á Kariskakis, har tey rópa í takt: "Αδέρφια, ζείτε, εσείς μας οδηγείτε." (Adherfia, zite, esis mas odhijite, "Brøður, livið, tit vísa okkum vegin.") Á tribunini har ið reyð setur eru, eru nú nøkur svørt setur, sum forma eitt 7-tal. Á eystursíðuni á stadion er reist ein minnisvarði til minnis um tey 21 deyðu, og nøvn teirra eru ritaði inn har. Eftir vanlukkuna var eitt viðhaldsfelag hjá Olympiakos stovnað og hevur tað navnið Thyra 7 (Portur 7), uppkallað eftir vanlukkuni, fyri at minnast tey deyðu.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Gate 7 – Sunday, February 8, 1981". olympiakos.gr. 2008-02-08. http://en.olympiakos.gr/article.aspx?aid=17027. Heintað 2009-03-19. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið