Jump to content

Olympiakos FC

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Olympiacos F.C.)
Olympiakos
Navn ΠΑΕ Ολυμπιακός Σύνδεσμος
Φιλάθλων Πειραιώς
(Olympiacos Club of Fans of Piraeus)
Kelinavn Τhrylos (Legendan)
Erythrolefki (Teir reyðu-hvítu)
Stovnað 10. mars 1925
Leikvøllir Karaiskakis Stadion
Rúmd 33.334
Formaður Evangelos Marinakis
Høvuðsvenjari José Luis Mendilibar
Liga Superliga Grikkalands
2022/23 3.
Heimasíða Heimasíða/
Heimavøllur
Útivøllur
Her skal Olympiacos spæla ímóti Chelsea á heimavølli til Champions League 2007/08. Nógv reyð og hvít viðhaldsfólk síggjast.

Olympiakos F.C. (grikskt: ΠΑΕ Ολυμπιακός) er eitt grikskt fótbóltsfelag, sum hevur heimavøll í Pireus, Karaiskakis Stadium. Felagið varð stovnað hin 10. mars 1925 og er higartil (maí 2022) tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Grikkalandi við 47 grikskum meistaraheitum (Σούπερ Λίγκα Ελλάδα / Superliga Grikkalands), harumframt hava teir vunnið 28 grikskar steypakappingar (Κύπελλο Ελλάδος Ποδοσφαίρου) og 4 griksk supercup. Felagið er eitt av fýra, ið aldrig er flutt niður í næstbestu deildina. Í evropeiskum kappingum er felagið tvær ferðir komið í kvartfinaluna, tað var í 1998–99 UEFA Champions League og 1992–93 European Cup Winners' Cup.

1931, 1933, 1934, 1936, 1937, 1938, 1947, 1948, 1951, 1954, 1955, 1956, 1957, 1958, 1959, 1966, 1967, 1973, 1974, 1975, 1980, 1981, 1982, 1983, 1987, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2002, 2003, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016, 2017, 2020, 2021, 2022
1947, 1951, 1952, 1953, 1954, 1957, 1958, 1959, 1960, 1961, 1963, 1965, 1968, 1971, 1973, 1975, 1981, 1990, 1992, 1999, 2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2013, 2015, 2020
1980 , 1987, 1992, 2007
  • Grikkaland-Kypros Steypakappingin (vardi frá 1969-73) : 3
1969, 1972, 1976
1963

Karaiskakis vanlukkan

[rætta | rætta wikitekst]

8. februar 1981 hendi ein vanlukka á Kariskakis Stadion í Neo Faliro býarpartinum, beint eftir ein heimadyst hjá Olympiakos móti AEK Athen. Viðhaldsfólk hjá Olympiakos vildu skunda sær út fyri at feira 6-0 sigurin, men Portur 7 var ikki heilt opið, so fólk sluppu ikki út, og í troðkanini duttu fleiri og blivu trampaði í hel. 21 fólk doyðu, tey vóru millum 14 og 40 ára gomul. 20 av teimum vóru viðhaldsfólk hjá Olympiakos.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið