Oahu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fylgisveinamynd.

Oahuhawaiianskum Oʻahu) er ein kyrrahavsoyggj. Oʻahu er við sínum umleið 1,545 km2 triðstørsta oyggj í Hawai'i, og her búgva umleið 953 túsund fólk. Størsi býurin og eisini høvuðsstaður í Hawai'i er Honolulu. Hægsta punktið á oynni er Mount Kaʻala 1220 m. Fólkatættleikin her er væl oman fyri miðalfólkatalið í Hawai'i. Fólkatættleikin er 631,7 persónar fyri ferkilometurin, og tað er nógv í amerikanskum høpi. Fólkatættleikin í Hawai’i er í miðal 82,6 fólk fyri hvønn km2 og í USA 34,2/km2. Á Oʻahu er nógv fólk av japanskum uppruna.

Havið kring Oʻahu er fult av lívi og heimstaður hjá til dømis hvalum, delfinum og stórum havskjaldbøkum, ið til tíðir kunnu síggjast frá landi.


Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið