Jump to content

Norskahavið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Norskahav)

Norskahavið er tann parturin av Atlantshavinum, ið er millum Noreg, Bjarnoynna, Jan Mayen, Svalbarð og Ísland. Tað er 2,6 milliónir km² í vídd. Føroyar liggja á markinum millum tvey stór havøki. Eystan- og norðanfyri er eitt øki, sum vit nevna Norðurhøvini, ið er eitt felagsnavn fyri tey trý Norskahavið, Grønlandshavið og Íslandshavið. Vestan- og sunnanfyri Føroyar er Norðuratlantshavið. Markið millum Norðuratlantshavið og Norðurhøvini er ein undirsjóvarryggur: Grønlands-Skotlandsryggurin. Í støðum er hann djúpari enn 500 metrar, og tey ovastu løgini av sjógvi ferðast frítt yvir honum; men hann forðar tí serliga á stórum dýpi Norðuratlantshavið frá Norðurhøvunum. Norðan fyri Norðurhøvini liggur Íshavið, eystanfyri er Barentshavið og sunnanfyri Norskahavið og eystanfyri Stórabretland er Norðsjógvurin.

Sambært einari frágreiðing í 2014 arbeiða 24.000 fólk á boripallum í Norskahavinum [1][2]. Av teimum eru 12,5 prosent kvinnur. Í kanningini sæst eisini, at 90 prosent eru norðmenn. Av útlendingunum eru amerikanarar best umboðaðir. Teir eru 400 í tali. 300 danir eru á pallunum, 270 sviar og 220 bretar. Longri niðri á listanum sæst, at finnarnir eru 43 í tali, íslendingar somuleiðis 43, og at 24 føroyingar eru í teirri skrásetingini. IRIS (International Research Institute of Stavanger), sum hevur gjørt frágreiðingina, ger vart við, at tølini umfata ikki tey, sum eru við veitingarskipum, sum liggja hjá pallunum og heldur ikki tey, sum arbeiða uppi á landi í arbeiði, sum hevur tilknýti til pallarnar.

Næststørsta fiskileið hjá føroyingum í 2012 var ICES øki IIa1 og IIa2 við Jan Mayen í Norskahavinum, har góð 100 000 tons vóru fiskað, herav góð 81 000 tons var makrelur.

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-09. https://web.archive.org/web/20160309040957/http://gammelweb.iris.no/internet/student.nsf/199f312efd2a0cacc125680e00635b85/dcbb79970f2bfa72c1257c98002bfe93/$file/iris%20rapport%20028%202014%20offshoreansatte.pdf. Heintað 2014-03-23. 
  2. http://www.iris.no/publications/414551636/2014-028
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið