Norsk Melodi Grand Prix
Appearance
Melodi Grand Prix er ein tónleikakapping í Noregi, ið hevur verið fyriskipað av Norsk Rikskringkasting (NRK) nærum hvørt ár síðan 1960. Vinnarin umboðar Noreg í Eurovision Song Contest. Danska kappingin av sama slag hevur sama heiti sum tann norska, svenska kappingin nevnist Melodifestivalen.
Bestu plaseringar í Eurovision Song Contest
[rætta | rætta wikitekst]Norra hevur tríggjar ferðir vunnið Eurovision Song Contest, einaferð verið á øðrum plássi, einaferð á triðjaplássi, tríggjar ferðir á fjórðaplássi og tríggjar ferðir á fimtaplássi.
| Ár | Sangur | Artistur | Støða í ESC | Stig |
|---|---|---|---|---|
| 1960 | "Voi Voi" | Nora Brockstedt | 4 | 11 |
| 1966 | "Intet er nytt under solen" | Åse Kleveland | 3 | 15 |
| 1985 | "La det swinge" | Bobbysocks | 1 | 123 |
| 1988 | "For vår jord" | Karoline Krüger | 5 | 88 |
| 1993 | "Alle mine tankar" | Silje Vige | 5 | 120 |
| 1995 | "Nocturne" | Secret Garden | 1 | 148 |
| 1996 | "I evighet" | Elisabeth Andreassen | 2 | 114 |
| 2003 | "I'm Not Afraid To Move On" | Jostein Hasselgård | 4 | 123 |
| 2008 | "Hold On Be Strong" | Maria Haukaas Storeng | 5 | 182 |
| 2009 | "Fairytale" | Alexander Rybak | 1 | 387 |
| 2013 | "I Feed You My Love" | Margaret Berger | 4 | 191 |
