Jump to content

Normandí

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Góðskutrygging
Hendan grein má koma í samsvar við normin á Wikipedia smb. Wikipedia:QA
Kort.

Normandí (á fronskum Normandie) er ein región í Frakland, ið liggur í Norðurfraklandi. Tann parturin av Fraklandi, sum er ímillum París og Ermarsund, eitur Normandí. Har er nógvur landbúnaður, og landsparturin er gitin fyri síni súrepli og sínar mjólkavørur. Nógvir bøndur seta neytini á betri í súreplagørðunum og fáa á tann hátt meiri burtur úr jørðini. Nakað av súreplunum verður selt, sum tað er, men nakað verður gjørt til súreplamori ella bryggjað til t.d. súreplavín ella til tað víðagitna súreplabrennivínið Calvados. Summi av best umtóktu fronsku ostasløgunum, eitt nú camembert ella brie, eru eisini gjørd úr róma úr Normandí. Dalurin, sum Loireáin rennur ígjøgnum í Normandí, er gitin fyri sínar stásiligu borgir. Tær vórðu bygdar til kongar, aðalsmenn og ríkir góðseigarar. Flestu borgirnar vórðu bygdar á høvdum, og borgargrøv varð grivin rundanum, so at borgin betur kundi verja seg fyri fíggindum. Tann 1000 km langa Loireáin rennur ígjøgnum mong gitin vínlendi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið