Nire-suðurbók
Appearance
Nire-suðurbók (frøðiheiti - Nothofagus antarctica) (spanskt Ñire ella Ñirre), er eitt leyvfellandi træ ella runnur, ið er upprunavøkstur í Suður Kili (Chile) og Argentina frá uml. 36°S og heilt suður á Eldlandið (Tierra del Fuego) (56° S). Tann syðsti gróðrarstaðurin er á oynni Hoste Island, sostatt er Nire-suðurbók tað træið ið veksur syðst á jarðarklótini. Tað trívist best í tí, nú minkandi, tempereraða regnskóginum.
Nire-suðurbók er gróðursett á vesturstrondini av Norðuramerika, í Stóra Bretlandi og í Føroyum her hon trívist sera væl.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Umhvørvisstovan, Skógrøkt Lýsing av viðarvøkstri í Føroyum. 2013