Niels Andreas Christian Andersen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Niels Andreas Christian Andersen (13. august 1849 - 24. november 1919) føddur í Ribe í Danmark, sonur Onnu Margrethe f. Simonsen og Anders Nielsen Andersen, Ribe. Hjúnarfelagar: 1. Maria Margaritha Schau f. Bruun, Tårnby, 2. Sicka Margrethe f. Jacobsen, Stavanger.

Niels Andreas Christian Andersen fekk studentsprógv í 1867 og løgfrøðiligt cand. jur. 1873. Hann var tingmaður fyri Suðurstreymoyar valdømi í tíðarskeiðnum 1893-1895, arbeiddi annars sum fulltrúi í Rougsø heraði 1874-1890, Sorinskrivari í Føroyum 1890-1895, heraðsfúti í Kjær heraði 1895-1900, borgarstjóri 1900-1917 og býarfúti í Nørresundby 1900-1919.

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Færøerne 1600-1709, 1895, 2. útg. 1964.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]