Nicky Cruz

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Nicky Cruz (f. 6. okt. 1938 í San Juan á Puerto Riko, USA) var ein vælkendur brotsmannaleiðari í New York í 1950-unum, og gjørdist kendur um meginpartin av heiminum við bókini "Korset og springkniven", sum David Wilkerson skrivaði. Eftir at hann varð umvendur, gavst Nicky Cruz við tilveruni sum brotsmaður, og fór ístaðin at ferðast kring heimin sum prædikumaður. Í latínamerikanska landinum El Salvador eru trupulleikarnir við brotsmannaharkaliðum vorðnir so stórir, at landsins forseti, Mauricio Funes, hevur biðið 70-ára gamla prædikumannin um at gerast ráðgevi í spurningum viðvíkjandi harðskapskriminaliteti.