Nashyrningur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Nashyrningur
Svartur nashyrningur (frøðiheiti Diceros bicornis)
Svartur nashyrningur (frøðiheiti Diceros bicornis)
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Perissodactyla
Yvirætt: Rhinocerotidae

Fyrstu nashyrningarnir (frøðiheiti Rhinocerotidae) vórðu til fyri 30 mió árum síðan, og teir eru millum størstu súgdjór, ið livað hava á landi. Nú eru fá djórasløg, ið eru verri fyri enn nashyrningur. Hann verður dripin í túsundatali fyri hornið á snáðini, og øll nashyrningasløg eru í altjóða yvirlitinum við djórasløgum í vanda. Nashyrningar eta gróður.

Hornið er úr hárkendum tægrum, ið eru persaðar saman til hart evni. Sló er ikki í horninum. Indianashyrningur og javanashyrningur hava bara eitt horn. Hini sløgini hava øll tvey. Nashyrningur hevur tjúkka og seiga húð. Á summum er húðin skift í stórar húðarplátur, rukkur og faldir um bein og háls. Húðin á indianashyrningi er átøk brynju. Flestu nashyrningar eru snøggir, hava ikki hár á kroppinum, bara sumatranashyrningur er loðin.

5 sløg eru - Hvítur nashyrningur og svartur nashyrningur í Afrika, indianashyrningur, javanashyrningur og sumatranashyrningur. Nashyrningar liva vanliga stakir. Teir síggja stutt frá seg, men hava góða hoyrn og frálíkt tev. Tapirur er nær skyldur við nashyrning.