Nýggi Mið-Høgri (Italia)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Síða við keldutørvi!
Her í greinini mangla ein ella fleiri eftirfarandi keldur.

Nýggi Mið-Høgri ella Nuovo Centrodestra á italskum, var ein italskur politiskur mið-høgra flokkur.[1] Flokksleiði var Angelino Alfano, sum var protégé hjá Silvio Berlusconi og skrivari hjá Folk fyri Frælsi (PdL) frá 2011 til 2013. Flokkurin varð stovnaður hin 15. november 2013 av pørtum av PdL (Il Popolo della Libertà, sum merkir Frælsisfólk ella Fólk fyri Frælsi). Flokkurin PdL var upploystur hin 16. november 2013, og tey sum hoyrdu til tann flokkin fóru lutvíst í Nýggja Mið-Høgra og í nýstovnaða Forza Italia.

Tey ið stovnaðu Nýggja Mið-Høgra, ið seinni vorðin kallaði "dúgvur" í flokkinum, stuðlaðu stjórnini hjá Enrico Letta og noktaðu at fara við í tann nýggja flokkin Forza Italia (FI), sum var stovnaður eftir at PdL varð niðurlagdur sum flokkur. Allir fimm PdL ráðharrarnir, tríggir varaskrivarar, 30 senatorar og 27 tjóðartingslimir gjørdist í staðin alt fyri eitt limir í nýstovnaða Nýggja Mið-Høgra. Fleiri av teimum nýggju limunum vóru Kristindemokratar og fleiri komu úr teimum syðru regiónunum Calbria og Sisila.

Í februar 2014, eftir at stjórnin hjá Enrico Letta fall, fór Nýggi Mið-Høgri við í nýggju samgonguna í stjórnini hjá Matteo Renzi. Matteo Renzi varð blivin valdur sum skrivari í Demokratiska Flokkinum í desember 2013. Nýggi Mið-Høgri fekk tríggir ráðharrasessir í tí nýggju stjórnini: Alfano í Innlendismálum, Lupi gjørdist ráðharri í Samferðslumálum og Flutningi, og Lorenzin gjørdist heilsumálaráðharri.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Silvio Berlusconi's heir Angelino Alfano forms new party in Italy". Associated Press. The Independent. 15 November 2013. https://www.independent.co.uk/news/world/europe/silvio-berlusconis-heir-angelino-alfano-forms-new-party-in-italy-8943520.html. Heintað 16 November 2013.