Silvio Berlusconi

Silvio Berlusconi (føddur 29. september 1936 í Milano) er fyrrverandi forsætisráðharri í Italia.[1] Berlusconi varð fyrstu ferð valdur til forsætisráðharra í 1994, men sat tá bert í eitt ár. Síðani gjørdist hann aftur forsætisráðharri frá 2001 til 2006. Í 2008 gjørdist hann aftur stjørnarleiðari í Italia. Hann er mest múgvandi persónur í Italia og nummar 74 av mest múgvandi persónum í heiminum (2010).[2] Hann eigur fótbóltsfelagið AC Milan og eigur eisini sjónvarpsrásir og tíðindabløð. Hann stovnaði sín egna politiska flokk Forza Italia.
Hann fer ikki at stilla uppaftur, tá val verður í 2013. Hann hevur gjørt av at gevast í politikki, tá valskeiðið er av, segði hann á eini samkomu fyri útlendskum tíðindafólkum í apríl 2011. Hann vísti samstundis aftur, at hann ætlar at gerast forseti í Italia.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Berlusconi træder tilbage, pol.dk 12. november 2011
- ↑ Berlusconi Forbes liste 2010