Jump to content

Mývatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mývatn

Mývatn er 4. størsta vatn í Íslandi. Tað liggur á norðurlandinum í 300 metra hædd. Vatnið er 37 km2 til støddar, og er 4 metrar djúpt í tí djúpasta.

Navnið Mývatn hevur tað fingið, tí har eru so nógvir og stórir mýggjabitar um summarið. Av tí at vatnið er so grunt, eru góðar liviumstøður hjá bæði fugli, fiski og plantum. Og fyri at umhvørvið ikki skal oyðileggjast av fólki, er vakt á økinum altíð.

Fuglar í túsundatali og av øllum sløgum hava Mývatn økið sum búpláss. Í vatninum eru eisini nógv síl, og ein á, sum rennur úr Mývatni, Laksá, er ein tann besta laksaáin í Íslandi. Nógv ferðafólk, bæði íslendingar og útlendingar, vitja Mývatn, sum er eitt sera kent og vakurt útferðarpláss í Íslandi.

Mývatn liggur á eldgosøkinum, har markið gongur millum tveir av heimsins størstu jarðarflakum, Evrasiuflakan og tann norðuramerikanska flakan. Seinast goysti her í nítjanhundraðsjeytifimm í samfull níggju ár á einum ellivu kilometra longum teini. Har til ber at síggja avleiðingar av eldgosum tey seinastu tvey hundraðtúsund árini

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 65°36′00″N 17°00′00″W / 65.60000°N 17.00000°W / 65.60000; -17.00000