Mumitrøllið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mumitrøllið.

Mumitrøllið (svenskt: Mumintroll, finskt: Muumi) eitur ein røð av barnabókmentum, sum finski rithøvundin Tove Jansson skrivar. Bøkurnar um Mumi eru vorðnar heimskendar. Jansson hevur bæði skrivað og teknað bøkurnar.

Bøkurnar eru eisini gjørdar til teknirøðir og teknifilmar. Teknifilmarnir hava verið vístir í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya við føroyskum røddum.

Bókalisti[rætta | rætta wikitekst]

  • 1945 Småtrollen och den stora översvämningen.
  • 1946: Kometjakten .
  • 1948: Trollkarlens hatt (Gandakalshatturin): Henda frásøgnin byrjar við gandi ein morgunin tíðliga á vári og endar eina lýggja augustnátt, sum aldri verður gloymd í Mumidali. Har ímillum er so hendingaríka summarið hjá Mumitrøllinum við sólskini og torusláttri. Hetta kundi havt verið eitt vanligt summar, har tey funnu nýggjar oyggjar, veiddu við línu í sirminum, stuttleikaðu sær við at svimja í briminum og fóru loyndarfullar náttarferðir – men so fann mumifamiljan gandakalshattin. Eftir tann dag var onki, sum tað plagdi. Hetta er søgan um smá og stór krúp, um stuttligar hendingar og óhugnaligar hendingar, sum altíð má vera ein blandingur av báðum, um summarið skal gerast veruliga gott.
  • 1950: Muminpappans memoarer (Endurminningar hjá Mumipápa): Mumipápin hevur mangan sagt, at einferð skal hann seta seg at skriva endurminningar um sín rokmikla ungdóm. Tá ið hann so verður sjúkur, setir hann seg niður og byrjar at skriva um ungdómslívið, tá ið alt var nógv størri og vandameiri og heitari enn nú. Hann skrivar um fjølbroyttar ferðir og stórar veitslur.
  • 1954: Farlig midsommar (Vandamikið hásummar): Søgan fer fram nakrar heitar dagar í juni. Eldgoysandi fjallið kvaklast við og Mumidalurin er hóttur av einari vatnflóð. Tá ið bara tað ovasta á Mumihúsinum er uppi yvir vatnskorpuni, noyðast tey at flýggja. Tey enda í einum leikhúsi, sum kemur flótandi framvið. Í leikhúsinum býr rottan Emma, sum als ikki er væl við mumitrøllini, av tí at hon heldur tey vita alt ov lítið um sjónleik.
  • 1957: Trollvinter (Trøllavetur): Knappliga vaknar Mumitrøllið, men ikki er stuttligt at vakna úr vetrardvala í januar og ikki sovna aftur. Mumitrøllið er fyrsta mumitrøllið, sum nakrantíð hevur upplivað veturin, og í fyrstuni er hann øgiliga einsamallur í sovandi húsinum. Men so við og við búsetast loyndarfullar verur um allan dalin. Henda bókin er um, hvussu hann royndi at klára seg saman við teimum í hesum fremmanda, ísakalda heiminum, sum hann er endaður í.
  • 1962: Det osynliga barnet.
  • 1965: Pappan och havet.
  • 1970: Sent i november.

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið