Mourits Mohr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Mourits Nicolai Mohr (1918-1956), er føddur 26. september 1918 á Sandi, deyður 13. november 1956, sonur Aksel Mohr og Annu Mariu Katrinu f. Winther, bæði av Sandi. Var giftur við Svanhild Eufemiu f. Hermansen úr Vestmanna. Mourits tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1942 og var lærari á Føroya Fólkaháskúla 1942-53, í Tórshavnar Kommunuskúla 1953-56 og á Tekniska skúla í Tórshavn frá 1942. Hann var á ársskeiði á DLH 1947-48. Mourits gjørdi vart við seg í ungmannafelagsarbeiði í Virkinum á Sandi og í Merkinum í Tórshavn. Hann skrivaði skemtileikir og yrkti tættir, men kendastur er hann fyri at hava skapað hjúnini "Læars og Annu Lenu", sum varð prentað í Følv at kalla á hvørjum ári frá 1943-55. Forlagið Fannir gav í 1993 út bókina "Læars og Anne Lena", ið er savn av skemtisøgum, tættum o.ø. eftir Mourits Mohr.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Snar.fo