Morris (teknari)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Morris saman við vinmanninum Goscinny í Amsterdam 1971.

Belgiumaðurin Maurice De Bevere (føddur 1. desember 1923 í Kortrijk, Belgia, deyður 16. juli 2001 í Brussel, Belgia) er betur kendur undir dulnevninum Morris. Hann skapti teknirøðina Lucky Luke í 1946. Hann teknaði røðina restina av ævi sínari, men í 1955 fekk hann René Goscinny at skriva tekstin. Eftir at Goscinny doyði í 1977, skrivaðu aðrir søgurnar.