Miles Davis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Miles Davis
Davis í 1955, myndatakari: Tom Palumbo
Bakgrundskunning
Føðinavn Miles Dewey Davis III
Fødd/ur (1926-05-26)mai 26, 1926
Alton, Illinois, USA
Andaðist september 28, 1991(1991-09-28) (aldur 65)
Santa Monica, California, USA
Sjangrur Jazz
Størv Tónleikari (orkesturleiðari, tónasmiður, trumpetleikari)
Ljóðføri Trompet, flugelhorn, piano, orgul, ljóðborð
Ár virkin 1944–1975, 1980–1991
Plátufeløg Capitol Jazz/EMI, Columbia/CBS, Warner Bros., Dial Records, Birdland
Luttøka við øðrum Clark Terry, John Coltrane, Billy Eckstine, Charlie Parker, Gerry Mulligan, Gil Evans, Miles Davis Quintet
Heimasíða www.milesdavis.com

Miles Dewey Davis III (føddur 26. mai 1926 – deyður 28. september 1991) var ein amerikanskur jazztónleikari, trompetleikari, orkesturleiðari og tónaskald. Hann verður av mongum mettur at vera ein av teimum mest týðandi og nýskapandi tónleikarum í 20. øld.[1] Miles Davis var, saman við tónleikabólkum sínum, ein av teimum, ið gingu á odda í stórum menningarstigum innan jazztónleikin, eitt nú bebop, cool jazz, hard bop, modal jazz, og jazz fusion.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Árini 1926–44)[rætta | rætta wikitekst]

Miles Dewey Davis III varð føddur 26. mai 1926 í eina múgvandi afrikanska-amerikanska familju í Alton, Illinois. Faðir hansara, Miles Dewey Davis, Jr., var tannlækni. Í 1927 flutti familjan til East St. Louis, Illinois. Tey áttu eisini ein stóran bóndagarð (ranch) í áarósaøkinum í Arkansas nærindis býnum Pine Bluff, hagani pápi og abbi hansara komu. Tað var bæði í Eystur St. Louis og nærindis Pine Bluff at ungi Davis byrjaði at fáa áhuga fyri tónleiki við tað, at hann lurtaði eftir gospeltónleiki í kirkjuni hjá teimum svørtu.

Miles Davis Ungdómshús á 17th st. og Kansas Av., East St. Louis, IL í okt. 2014

Mamma Davis, Cleota Mae Davis (fødd Henry), ynskti at sonur hennara lærdi at spæla á klaver. Sjálv dugdi hon væl at spæla bluestónleik á klaveri, men tað segði hon ikki við Miles. Hann byrjaði at ganga á tónleikaskúla sum 13 ára gamal, tá ið pápi hansara gav honum eina trompet og syrgdi fyri, at hann fekk undirvísing frá tí lokala tónleikaranum Elwood Buchanan. Davis hevur seinni greitt frá, at tað at pápin valdi trompetina sum ljóðføri til sonin kanska mest av øllum var fyri at troytta konu sína, av tí at henni ikki dámdi ljóðið av trompetini.

Sekstan ára gamal var Davis limur í tónlekalívinum, og tá ið hann ikki var í skúla, spældi hann professionelt á tí lokala Elks Club.[2] Tá ið hann var 17 ára gamal, spældi hann eitt ár við orkestrinum hjá Eddie Randle, ið nevndist Blue Devils. Hetta tíðarskeiðið royndi Sonny Stitt at yvirtala hann til at koma við orkestrinum hjá Tiny Bradshaw, ið júst tá ferðaðist gjøgum býin, men mamma Davis legði áherðslu á, at hann noyddist at gera skúlan lidnan fyrst. Hann fekk prógv frá Eystur St. Louis Lincoln High School í 1944.

Í 1944 vitjaði orkestrið Billy Eckstine East St. Louis. Dizzy Gillespie og Charlie Parker vóru limir í orkestrinum. Teir bjóðaðu Davis at spæla triðju trompet saman við teimum í nakrar vikur, av tí at teirra fasti limur, Buddy Anderson, var sjúkur. Sjálvt eftir hesa uppliving, so ynsktu foreldur hansara enn, so skjótt sum orkestrið hjá Eckstine var farið úr býnum, at hann skuldi fáa sær eina hægri útbúgving.

New York City og bebop árini (1944–48)[rætta | rætta wikitekst]

Á heysti 1944, eftir at hann var liðugur við student (high school), flutti Davis til New York City fyri at lesa á Juilliard School of Music. Eftir at hann var komin til New York City, brúkti hann tað mesta av tíðini tær fyrstu vikurnar til at koma í samband við Charlie Parker, sjálvt um fleiri fólk, ið hann møtti høvdu ávarað hann um at lata vera. Teirra millum var saxofonspælarin Coleman Hawkins.[3]

Tommy Potter, Charlie Parker, Miles Davis, Duke Jordan, Max Roach, august 1947

Tá ið hann endiliga fann sína fyrimynd, gjørdist Davis ein av kjarnutónleikarunum, ið hildu jam sessions um kvøldarnar á tveimum av náttarklubbunum í Harlem, Minton's Playhouse og Monroe's. Í hesum bólkinum vóru fleiri av leiðandi tónleikarunum innan bebop kollveltingina: ungir tónleikarar sum Fats Navarro, Freddie Webster, og J. J. Johnson. Etableraðir tónleikarar sum Thelonious Monk og Kenny Clarke luttóku eisini javnan.

Davis gavst á Juilliard eftir at hava biðið um loyvi frá pápa sínum. Í sjálvævisøgu síni finst Davis at undirvísingini á Juilliard, tí at tað snúði seg ov nógv um tað klassiska evropeiska og "hvíta" repertoire'ið. Hann viðurkendi tó eisini, at umframt at hann betraði munandi um sín tøkniliga førleika sum trompetspælari, so hjálpti Juilliard honum eisini við at fáa eina grundleggjandi fatan av tónleikaástøði, ið seinni vísti seg at vera virðismikil vitan fyri Davis.

Tónleikaútgávur í úrvali[rætta | rætta wikitekst]

Studio album[rætta | rætta wikitekst]

Prestige/Blue Note/Debut, 1945–1961[rætta | rætta wikitekst]

Album Smálutir um útgávuna
The New Sounds[4]
  • Útgivið: 1951
  • Upptikið: October 5, 1951
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Young Man with a Horn[5]
  • Útgivið: 1952
  • Upptikið: May 9, 1952
  • Plátufelag: Blue Note
  • Format: 10" LP
Blue Period
  • Útgivið: 1953
  • Upptikið: January 17, 1951, October 5, 1951
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
The Compositions Of Al Cohn
  • Útgivið: 1953
  • Upptikið: February 19, 1953
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Miles Davis Volume 2
  • Útgivið: 1953
  • Upptikið: April 20, 1953
  • Plátufelag: Blue Note
  • Format: 10" LP
Miles Davis, Volume 3
  • Útgivið: 1954
  • Upptikið: March 6, 1954
  • Plátufelag: Blue Note
  • Format: 10" LP
Miles Davis Quartet
  • Útgivið: 1954
  • Upptikið: May 19, 1953, March 15, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Miles Davis All-Star Sextet
  • Útgivið: 1954
  • Upptikið: April 29, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Miles Davis Quintet
  • Útgivið: 1954
  • Upptikið: April 3, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Miles Davis with Sonny Rollins
  • Útgivið: 1954
  • Upptikið: June 29, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Miles Davis All Stars, Volume 1
  • Útgivið: 1955
  • Upptikið: December 24, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Miles Davis All Stars, Volume 2
  • Útgivið: 1955
  • Upptikið: December 24, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: 10" LP
Musings of Miles[6]
  • Útgivið: 1955
  • Upptikið: June 7, 1955
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Blue Moods[6]
  • Útgivið: 1955
  • Upptikið: July 9, 1955
  • Plátufelag: Debut
  • Format: LP
Dig[6]
  • Útgivið: 1956
  • Upptikið: October 5, 1951
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Miles: The New Miles Davis Quintet[6]
  • Útgivið: 1956
  • Upptikið: November 16, 1955
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Miles Davis and Horns[6]
  • Útgivið: 1956
  • Upptikið: January 17, 1951 – February 19, 1953
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Quintet / Sextet[6]
  • Útgivið: 1956
  • Upptikið: August 5, 1955
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Collectors' Items[6]
  • Útgivið: 1956
  • Upptikið: October 5, 1951 – March 16, 1956
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Blue Haze[6]
  • Útgivið: 1956
  • Upptikið: May 19, 1953 – April 3, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Walkin'[6]
  • Útgivið: 1957
  • Upptikið: April 3, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Cookin'[6]
  • Útgivið: 1957
  • Upptikið: October 26, 1956
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Bags' Groove[6]
  • Útgivið: 1957
  • Upptikið: June 29, 1954 – December 24, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Relaxin'[6]
  • Útgivið: 1958
  • Upptikið: May 11, 1956 – October 26, 1956
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Miles Davis and the Modern Jazz Giants[6]
  • Útgivið: 1959
  • Upptikið: December 24, 1954
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Workin'[6]
  • Útgivið: 1959
  • Upptikið: May 11, 1956 – October 26, 1956
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP
Steamin'[6]
  • Útgivið: 1961
  • Upptikið: May 11, 1956 – October 26, 1956
  • Plátufelag: Prestige
  • Format: LP

Columbia, 1955–1975[rætta | rætta wikitekst]

Tittul Album smálutir Hittlistastøða Søluviðurkenning
USA
[7]
Top
Jazz Albums

[7]
Cont.
Jazz Albums

[7]
BEL (Fla.)
[8]
FRA
[9]
NLD
[10]
NZL
[11]
NOR
[12]
SWE
[13]
SWI
[14]
'Round About Midnight[6]
  • Útgivið: 1957
  • Upptikið: October 27, 1955 – June 5, 1956
  • Plátufelag: Columbia
  • Format: LP
Miles Ahead[6]
  • Útgivið: 1957
  • Upptikið: May 6, 1957 – August 22, 1957
  • Label: Columbia
  • Format: LP
Milestones[6]
  • Útgivið: 1958
  • Upptikið: April 2, 1958 – April 3, 1958
  • Label: Columbia
  • Format: LP
Jazz Track
  • Útgivið: 1958
  • Upptikið: December 4, 1957, May 26, 1958
  • Label: Columbia
  • Format: LP
Porgy and Bess[6]
  • Útgivið: 1959
  • Upptikið: July 22, 1958 – August 18, 1958
  • Label: Columbia
  • Format: LP

UK: Silver[15]

Kind of Blue
  • Útgivið: August 17, 1959
  • Upptikið: March 2, 1959 – April 22, 1959
  • Label: Columbia
  • Format: LP, Reel Tape
10 21[A] 29 40 58

US: 4× Platinum[16]
UK: Platinum[15] FIMI: Platinum[17]

Sketches of Spain
  • Útgivið: July 18, 1960
  • Upptikið: November 15, 1959 – November 20, 1959
  • Label: Columbia
  • Format: LP, Reel Tape
13[B] US: Gold[16]

UK: Gold[15]

Someday My Prince Will Come
  • Útgivið: December 11, 1961
  • Upptikið: March 7, 1961 – March 21, 1961
  • Label: Columbia
  • Format: LP
116
Quiet Nights (with Gil Evans)
  • Útgivið: March 1964
  • Upptikið: July 27, 1962 – April 17, 1963
  • Label: Columbia
  • Format: LP, Reel Tape
93
Seven Steps to Heaven[6]
  • Útgivið: 1963
  • Upptikið: April 16, 1963 – May 14, 1963
  • Label: Columbia
  • Format: LP, Reel Tape
62
E.S.P.[6]
  • Útgivið: 1965
  • Upptikið: January 20, 1965 – January 22, 1965
  • Label: Columbia
  • Format: LP
Miles Smiles[6]
  • Útgivið: 1967
  • Upptikið: October 24, 1966 – October 25, 1966
  • Label: Columbia
  • Format: LP, Reel Tape
6
Sorcerer[6]
  • Útgivið: 1967
  • Upptikið: August 21, 1962 – May 24, 1967
  • Label: Columbia
  • Format: LP
16
Nefertiti[6]
  • Útgivið: December 1967[18]
  • Upptikið: June 7, 1967 – July 19, 1967
  • Label: Columbia
  • Format: LP
8
Miles in the Sky[6]
  • Útgivið: 1968
  • Upptikið: January 16, 1968 – May 17, 1968
  • Label: Columbia
  • Format: LP
5
Filles de Kilimanjaro[6]
  • Útgivið: December 1968
  • Upptikið: June 19, 1968 – September 24, 1968
  • Label: Columbia
  • Format: LP, Reel Tape
13
In a Silent Way
  • Útgivið: July 30, 1969
  • Upptikið: February 18, 1969
  • Label: Columbia
  • Format: LP
134 3
Bitches Brew
  • Útgivið: April 1970
  • Upptikið: August 19, 1969 – January 28, 1970
  • Label: Columbia
  • Format: LP, Reel Tape, 8 Track Tape
35 1 80 US: 2× Platinum[16]

UK: Silver[15]

Jack Johnson
  • Útgivið: February 24, 1971
  • Upptikið: February 18 – April 7, 1970
  • Label: Columbia
  • Format: LP, CD, CS
159 4
Live-Evil
  • Útgivið: November 17, 1971
  • Upptikið: February 6, 1970 – December 19, 1970
  • Label: Columbia
  • Format: LP, CD
125 4
On the Corner
  • Útgivið: October 11, 1972
  • Upptikið: June 1, 1972 – June 6, 1972
  • Label: Columbia
  • Format: LP, CD
156 1
Big Fun
  • Útgivið: April 19, 1974
  • Upptikið: November 19, 1969 – June 12, 1972
  • Label: Columbia
  • Format: LP, CD
179 6
Get Up with It
  • Útgivið: November 22, 1974
  • Upptikið: May 19, 1970 – October 7, 1974
  • Label: Columbia
  • Format: LP, CD
141 8
Water Babies
  • Útgivið: November 2, 1976
  • Upptikið: June 1967 – November 1968
  • Label: Columbia
  • Format: LP, CD
190 17
"—" denotes releases that did not chart or were not released.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Gerald Lyn, Early (1998). Ain't but a place: an anthology of African American writings about St. Louis. Missouri History Museum. p. 205. ISBN 1-883982-28-6. 
  2. Arons, Rachel (21 March 2014). "Slide Show: American Public Libraries Great and Small". The New Yorker. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 24 March 2014. https://archive.today/20140324001049/http://origin.www.newyorker.com/online/blogs/books/2014/03/slide-show-american-public-libraries-great-and-small.html%23slide_ss_0=8#slide_ss_0=9. Heintað 24 March 2014. 
  3. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named abio
  4. Prestige 10" LP discography, the Jazz Discography Project, accessed June 5, 2014
  5. Blue Note 10" LP discography, the Jazz Discography Project, accessed June 5, 2014
  6. 6.00 6.01 6.02 6.03 6.04 6.05 6.06 6.07 6.08 6.09 6.10 6.11 6.12 6.13 6.14 6.15 6.16 6.17 6.18 6.19 6.20 6.21 6.22 6.23 6.24 6.25 Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named Miles Davis bio
  7. 7.0 7.1 7.2 "Allmusic – Miles Davis – Charts & Awards". Allmusic. Rovi Corporation. http://allmusic.com/artist/miles-davis-p6377/charts-awards. Heintað December 31, 2010. 
  8. "Extended Search: Miles Davis". ultratop.be. ULTRATOP & Hung Medien / hitparade.ch. http://www.ultratop.be/en/search.asp?cat=a&lang=nl&search=Miles+Davis. Heintað December 31, 2010. 
  9. "Extended Search: Miles Davis" (in French). lescharts.com. Hung Medien. http://lescharts.com/search.asp?cat=a&lang=nl&search=Miles+Davis. Heintað December 31, 2010. 
  10. "Extended Search: Miles Davis" (in Dutch). dutchcharts.nl. Hung Medien / hitparade.ch. http://dutchcharts.nl/search.asp?cat=a&lang=nl&search=Miles+Davis. Heintað December 31, 2010. 
  11. "Extended Search: Miles Davis". charts.org.nz. Hung Medien. http://charts.org.nz/search.asp?cat=a&lang=nl&search=Miles+Davis. Heintað December 31, 2010. 
  12. "Extended Search: Miles Davis". norwegiancharts.com. Hung Medien. http://norwegiancharts.com/search.asp?cat=a&lang=nl&search=Miles+Davis. Heintað December 31, 2010. 
  13. "Extended Search: Miles Davis". swedishcharts.com. Hung Medien. http://swedishcharts.com/search.asp?cat=a&lang=nl&search=Miles+Davis. Heintað December 31, 2010. 
  14. "Extended Search: Miles Davis" (in German). hitparade.ch. Hung Medien. http://hitparade.ch/search.asp?cat=a&lang=nl&search=Miles+Davis. Heintað December 31, 2010. 
  15. 15.0 15.1 15.2 15.3 Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named bpi
  16. 16.0 16.1 16.2 Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named riaa1 a
  17. "Certificazioni" (in Italian) (select "Album e Compilation" in the field "Scegli la sezione", select Week 24 and Year 2015, enter "Miles Davis" in the field "Artista", then click "Avvia la ricerca"). Federazione Industria Musicale Italiana. http://www.fimi.it/archivio_certificazioni.php. Heintað 9 September 2013. 
  18. Carter, Ron et al. (2012). Miles Davis: The Complete Illustrated History. Voyageur Press. p. 126. ISBN 0760342628. Retrieved July 20, 2013.