Mike Pompeo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Mike Pompeo official photo.jpg

Mike Pompeo er uttanríkisráðharri í USA. Hann er fyrrverandi yvirmaður í herinum og er útbúgvin á virðimetta herakademinum, West Point. Hann fór úr herinum eftir fimm ára tænastu - uttan at hava verið sendur í kríggj - og fór síðan at lesa løgfrøði á Harvard University. Síðan stovnaði Mike Pompeo sína egnu fyritøku í Wichita í Kansas. Hann varð í 2010 valdur inn í Umboðsmannatingið við eitt nú fíggjarliga sterkum stuðulum í oljuídnaðinum. Í januar í 2017 varð hann settur sum stjóri í CIA.