Mesut Özil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mesut Özil

Özil spælir her fyri Arsenal í 2013
Persónlig kunning
Fult navnMesut Özil[1]
Føðingardagur (1988-10-15) 15. oktober 1988 (aldur 35)
FøðistaðurGelsenkirchen, West Germany
Hædd1,83 m (6 ft 0 in)[2]
PlássFramsøkin miðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Fenerbahçe SK
Nummar67
Ungdómsyrkisleið
1995–1998Westfalia 04 Gelsenkirchen
1998–1999Teutonia Schalke-Nord
1999–2000Falke Gelsenkirchen
2000–2005Rot-Weiss Essen
2005–2006Schalke 04
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2006–2008Schalke 0430(0)
2008–2010Werder Bremen71(13)
2010–2013Real Madrid105(19)
2013–2021Arsenal0(0)
2021–Fenerbahçe
Landslið
2006–2007Týskland U1911(4)
2007–2009Týskland U2116(5)
2009–Týskland78(20)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 19:43, 15. mai 2016 (UTC).

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 22:37, 2. juli 2016 (UTC)

Mesut Özil (føddur 15. oktober 1988) er ein týskur fótbóltsleikari, ið spælir fyri enska felagið Arsenal og týska fótbóltslandsliðið. Özil gjørdist partur av týska ungdómslandsliðnum í 2006 og hevur verið partur av týska landsliðnum síðan 2009. Hann gjørdist kendur undir HM í fótbólti 2010 og varð tilnevndur heiðurin Golden Ball (FIFA), ið verður latin besta leikaranum. Özil byrjaði seniorkarrieruna í felagnum í heimbýnum, Schalke, í Bundesliguni í 2006. Hann skifti síðan til Werder Bremen í 2008 og undirskrivaði sáttmála við Real Madrid í august 2010, eftir at hann fekk sítt gjøgnumbrot á HM í fótbólti við týska landsliðnum. Tá ið flytingargluggin læt aftur á sumri 2013, flutti hann til Arsenal fyri eina methøga upphædd fyri felagið, ið var 42.5 milliónir £.[3][4][5][6] Henda flytingin gjørdi hann til dýrasti týska fótbóltsleikaran yvirhøvur.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]