Fenerbahçe
| Fult navn | Fenerbahçe Spor Kulübü | |||
|---|---|---|---|---|
| Kelinavn | Sarı Kanaryalar | |||
| Stutt navn | FB | |||
| Stovnað | 1907 | |||
| Vøllur | Şükrü Saracoğlu | |||
| Kapasitetur | 50.509 | |||
| Formaður | Aziz Yıldırım [1] | |||
| Venjari | İsmail Kartal [2] | |||
| Deild | Super Liga | |||
| 2025/26 | 2. | |||
|
| ||||
Fenerbahçe Spor Kulübü ella FB er eitt ítróttarfelag og fótbóltsfelag úr Istanbul í Turkalandi. Felagið varð stovnað í 1907 og er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Turkalandi við 18 turkiskum meistaraheitum. Felagið hevur eisini luttikið í evropeiskum fótbólti og hevur í hesum sambandi spælt móti føroyska B36 í Champions League undankappingini í 2006-07. Fenerbahçe vann báðir dystirnir móti B36 og kom víðari, men taptu í 3. rundu móti Dinamo Kiev. Í UEFA Champions League 2007-08 komu teir víðari og komu til kvartfinaluna, sum teir spældu móti enska felagnum Chelsea FC, teir vunnu heimadystin 2-1, men taptu á útivølli 2-0.
Stadion hjá teimum, Fenerbahçe Şükrü Saracoğlu Stadyumu, liggur í býarpartinum Kadıköy, sum liggur í asiatiska partinum av Istanbul og er tað mest nýmótans fótbóltsstadion'ið í Turkalandi. Tvey onnur feløg, ið kappast móti Fenerbahçe eru Beşiktaş og Galatasaray.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Altjóða kappingar
[rætta | rætta wikitekst]- UEFA Champions League:
- Kvartfinalur (1): 2007–08
- UEFA Europa League:
- Hálvfinalur (1): 2012-13
Turkiskar kappingar
[rætta | rætta wikitekst]- Turkiska meistaraheitið, vinnarar (19): 1959, 1960-61, 1963-64, 1964-65, 1967-68, 1969-70, 1973-74, 1974-75, 1977-78, 1982-83, 1984-85, 1988-89, 1995-96, 2000-01, 2003-04, 2004-05, 2006-2007, 2010-2011, 2013-14
- Turkiska Steypakappingin, vinnarar (5): 1967-68, 1973-74, 1978-79, 1982-83 2011-2012
