Memotekið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Memotekið er ein nýggjur føroyskur dansistuttfilmur, sum Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre hava stjórnað og framleitt. Filmurin hevur 2 frumsýningar tann 29. apríl í samband við altjóða dansidagin. Ein sýning verður í Norðurlandahúsinum, og ein sýning verður á Cinematekinum (Det Danske Filminstitut) í Keypmannahavn. Filmurin verður eisini sýndur í ávikavist Ålborg og Århus tann 2. mai.

Memotekið er ein eksperimentellur dansi-stuttfilmur, har dansur í minimalistiskum formi verður settur í kontrast til ta ríku og villu føroysku náttúrumyndina. Filmurin er tikin upp við Super8-tóli og gevur hetta filminum eitt ævintýrakent og surrealistiskt sermerki. Dansifilmar eru enn eitt sera nýtt og ungt fyribrigdi, og Memotekið er eitt alternativt boð uppá, hvat ein dansifilmur er og kann rúma. Jens L. Thomsen hevur gjørt tónleik til filmin. Dansarar eru Kristina Sørensen Ougaard og Matilde Wendelboe Dresler.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]