Meginfelag Føroyskra Studenta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Meginfelag Føroyskra Studenta, stytt MFS, er felag teirra lesandi. MFS umboðar føroysk lesandi í Føroyum og uttanlands. Endamálið við felagnum er at arbeiða fyri at betra viðurskifti teirra lesandi fíggjarliga, politiskt og sosialt. Sostatt er talan um rættiliga víttfevnandi arbeiði, har kjakfundir, blaðútgávu, samskifti við myndugleikar, hugnakvøld, lestrarstevna osfr. hoyra til arbeiðsøkið.

MFS hevur deildir í Tórshavn, Keypmannahavn og Aalborg.

Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum sjálvstøðugt føroyskt studentafelag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er viðurkent samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum, og verður tikið við upp á rað, tá viðurskifti, sum viðkoma fólki undir útbúgving, verða viðgjørd.

MFS hevur fullan limaskap í Nordiskt Ordförande Möte (NOM), sum er eitt norðurlendskt og baltiskt samstarvsnetverk, sum m.a. hevur til endamál at viðgera útbúgvingarpolitisk mál í breiðum høpi.

MFS hevur eina játtan á føroysku fíggjarlógini, sum ger virksemi felagsins møguligt. Í 2012 var játtanin á kr. 180.000.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]