Jump to content

Marshallhjálpin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort, ið vísir hvussu nógv einstøku londini relativt fingu í hjálp (reyðu súlurnar).
Frámerki nýtt á hjálparpakkum.
Ein av mongu plakatunum, ið gjørdar vóru av Economic Cooperation Administration, ein stovnur undir amerikansku stjórnini fyri at íverkseta Marshallhjálpina í Evropa.

Marshallhjálpin (alment heiti: European Recovery Program, stytt ERP) var ein amerikansk hjálparætlan fyri Evropa, ið varð sett í verk aftaná Seinna heimsbardaga. Ætlanin var uppkallað eftir amerikanska uttanríkisráðharranum George Marshall, og var í stóran mun gjørt av embætismonnum í amerikanska uttanríkismálaráðnum, serliga William L. Clayton og George F. Kennan.

Marshallhjálpin

[rætta | rætta wikitekst]

Marshallhjálpin var uppfylging til sonevndu Truman-doktrinina við hjálp av búskaparligum amboðum. Politikararnir í USA høvdu eftir seinna heimsbardaga ta fatan, at búskaparligar kreppur fóru at leiða til kommunismu. Eitt sterkt, savnað og enduruppbygt Vesturevropa hevði afturímóti verðið ein hernaðarlig mótvekt móti Sovjetsamveldinum, og vildi vikna ávirkanina hjá kommunistaflokkunum í einstøku londunum. Harafturat var tankin, at USA við at veita Marshallhjálpina sjálvt kundi sleppa undan búskaparkreppu, av tí at USA var so heft at samhandli við teirra evropeisku samhandilslondum.

Evropa hevði stórar búskaparligar trupulleikar eftir kríggið, tí bæði framleiðsla og handil lógu í oyði. Og á vári 1947 var greitt, at vesturevropeisku londini skjótt fóru at mangla dollarar í sínum gjaldoyragoymslum.

Tessvegna bjóðaði amerikanski uttanríkisráðharrin George Marshall í 1947 teimum evropeisku londunum búskaparliga hjálp til enduruppbygging eftir kríggið. Afturfyri Marshallhjálpina skuldu móttakaralondini av Marshallhjálp savna seg í búskaparligum samstarvi nevnt OEEC, Organisation for European Economic Co-operation, í 1948. Sum liður í trupulleikunum við býtinum av Týsklandi fingu Sovjetsamveldið og eysturevropeisku londini eisini boðið Marshallhjálp, men takkaðu nei av ótta fyri at ávirkanin hjá USA fór at verða ov stór í einstøku londunum. OEEC- samstarvið var í 1961 víðkað til eisini at fevna um ikki-evropeisk lond, og fekk tá navnið OECD, Organisation for Economic Co-operation and Development.

I talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógv einstøku londini fingu í Marshallhjálp:

Land1948/49
(mió. $)
1949/50
(mió.$)
1950/51
(mió. $)
Í ALT
(mió.$)
Belgia og Luksembourg195222360777
Danmark10387195385
Frakland1.0856915202.296
Grikkaland17515645366
Holland4713023551.128
Írland88450133
Ísland6221543
Italia og Trieste5944052051.204
Noreg8290200372
Portugal007070
Sveis00250250
Svøríki3948260347
Stórabretland1.3169211.0603.297
Turkaland285950137
Týskland5104385001.448
Eysturríki23216670468
í alt 4.924 3.652 4.155 12.721

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Danmarks Nationalbank: Marshall-hjælpen og Den Europæiske Betalingsunion (PDF Archived 2012-08-11 at the Wayback Machine), Keypmannahavn 1999. ISBN 87-87251-18-3.