Margaret Atwood

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Margaret Atwood
Margaret Atwood 2015.jpg
Fødd(ur) Margaret Eleanor Atwood
(1939-11-18) 18. november 1939 (aldur 80)
Ottawa, Ontario, Canada
Útbúgving University of Toronto (BA)
Harvard University (MA)
Tíðarskeið 1961–nú
Slag Prosaskaldskapur
Týðandi verk The Handmaid's Tale
Cat's Eye
Alias Grace
The Blind Assassin
Oryx and Crake
Surfacing
Hjúnafelagi Jim Polk (g. 1968; sk. 1973)
Partnari Graeme Gibson
Børn 1
frá BBC Radio 4's Front Row, 24. juli 2007.[1]

Heimasíða
margaretatwood.ca

Margaret Eleanor Atwood (fødd 18. november 1939) er ein kanadiskur rithøvundur og uppfinnari og umhvørvisaktivistur. Hon er vinnari av Arthur C. Clarke Award, Prince of Asturias Award fyri bókmentir og Peace Prize of the German Book Trade. Hon hevur verið tilnevnd Booker Prize fimm ferðir og hevur einaferð vunnið virðislønina og hevur verið finalistur til Governor General's Award] fleiri ferðir og hevur vunnið hana tvær ferðir. Í 2001 bleiv hon upptikin í Canada's Walk of Fame.[2] Hon er eisini stovnari av Writers' Trust of Canada, ið er ein non-profit felagsskapur, ið roynir at eggja skrivandi fólki í Kanada.[3] Millum mong íkøst til kanadiskar bókmentir so var hon ein av stovnarunum av Griffin Poetry Prize.[4]

Hon er kendast fyri skaldsøgurnar, ið hon hevur skrivað, men harumframt hevur hon eisini útgivið umleið fimtan yrkingasøvn.[5]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]