Jump to content

Malan Vitalis Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Malan Vitalis Bærendsen vesturi á Eiðinum í Vági til móttøku fyri Pál Joensen og øðrum.

Malan Vitalis Joensen (fødd 30. mai 1991 á Tvøroyri sum Malan Vitalis Bærendsen) er føroyskur svimjari. Malan svimur fyri Susvim og fyri Føroyar. Malan er ein av Føroya bestu kvinnuligu bringusvimjarum. Malan verður oftast skrivað Malan V. Bærendsen. Malan giftist við Pál Joensen, ið er Føroya besti svimjari. Tey giftust í Páls Høll í Vági, ið hevur Føroya fyrsta langhyl. Vatn var ikki komið í hylin, áðrenn brúdleypið, men tveir dagar seinni varð byrjað við at fylla vatn í hylin.

Oyggjaleikir 2009

[rætta | rætta wikitekst]

Malan luttók á Oyggjaleikunum 2009 á Álandi. Hon vann eitt silvur heiðursmerki fyri Føroyar í 200 m bringu fyri kvinnur. Føroyar vunnu Oyggjaleikirnir 2009 við 34 gull, 23 silvur og 24 bronsu heiðursmerkjum.[1]

Føroyameistari og føroysk met 2008

[rætta | rætta wikitekst]

Malan hevur fleiri ferðir svomið seg til føroyameistaraheitið og eisini fleiri ferðir sett føroysk met. Í mai 2008 vann hon FM kappingina í 50 metrar bringu við tíðini 34:74. Malan átti sjálv gamla metið, sum var 34:95.[1] Næsta dag vann hon FM gull í 100 metrar bringu við tíðini 1:15.04, Malan átti sjálv gamla metið á 1:15.41. Malan setti eisini met í 200 m bringu. Susvim vann til hesa FM kapping 34 av 42 gull heiðursmerkjum.[2] Í juli 2008 luttók Malan í DM á langbana í Gladsaxe. Hon gjørdist nummar 4 i 50m bringu við tíðini 34.35, sum var nýtt føroyskt met.[2] Malan átti sjálv gamla metið.

Oyggjaleikir 2007

[rætta | rætta wikitekst]

Malan vann eitt silvur heiðursmerki í 200 metrar bringusvimjing á Oyggjaleikunum á Rhodos í Grikkalandi í summarið 2007. Føroyar gjørdust nummar trý á Oyggjaleikunum 2007 við 24 gull, 19 bronsu og 12 bronsu heiðursmerkjum.[3]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]