Jump to content

Magnus Góði Ólavsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Magnus góði)

Magnus Góði Ólavsson (1024 – 25. oktober 1047) var sonur Ólav Halga Haraldsson. Hann var kongur í Noregi 1035-1047 og í Danmark 1042-1047. Norski kongurin Magnus Góði varð sambært Heimskringlu kallaður eftir Karlamagnusi; hann var fyrstur av sjey norskum miðaldarkongum, sum itu Magnus. Sambært Føroyingasøgu var tað, meðan Magnus Ólavsson, seinni nevndur hin Góði var kongur, at Leivur Øssursson tók Føroyar í len frá Noregs kongi. Í síðsta kapitli í Føroyingasøgu fáa vit at vita, at Leivur Øssursson fær Føroyar í len frá Magnusi kongi: “Leivur ræður nú einsamallur yvir øllum Føroyum - eftir at Tróndur í Gøtu hevði syrgt seg í hel -, og hetta var um tað mundið, tá ið Magnus Góði Ólavsson var kongur. Leivur fór til Noregs at finna Magnus kong, og hann tekur Føroyar í len av honum.”