Magni Christiansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Magni Christiansen er føroyskur gospel-sangari úr Kvívík. Flestir føroyingar kenna navnið Magni Christiansen. Hesin cowboy'arin hevur nú í mong ár verið sera væl dámdur millum føroyingar. Magni hevur útgivið fimm fløgur, og hava hesar eisini verið sera væl móttiknar. Men tað heilt serliga við seinastu útgávuni, er at hon er upptikin í countryheimstaðnum Nashville, Tennessee saman við contrytónleikarum í USA.

Og sjálvt um tað eru verðsligir menn sum Shakin Stevens og Alan Jackson sum eru tónleikaligar fyrimyndir hjá Magna, letur hann tað ikki verða nakar ivi um hvør er størsta fyrimynd hansara, nevniliga Jesus, og eru sangir hansara flest eisini um hendan mannin sum broytti lív hansara.

Hann hevur eisini umsett nógvar sangir og sálmar til føroyskt.