Machu Picchu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tað ið er eftir av býnum Machu Picchu.

Machu Picchu (quechua: Machu Pikchu, eisini kent sum Horvni inkabýurin) høgt uppi í Andesfjøllum í Perú var týdningarmikil inkabýur í 15.- og 16. øld[1]; hann lá væl fyri hermálsliga og var ringur at søkja at. Skansabýurin Machu Picchu var 12 km2 til støddar. Hann var bygdur á nógvar bríkar, ið vóru høgdar inn í fjallalíðina, fleiri enn 600 m. uppi. Machu Picchu liggur 2430 metrar yvir havinum.[2] Tað var so mikið torført at sleppa til býin, at spaniólar ongantíð funnu hann.[3] Tað er ikki lætt at koma til inkabýin Machu Picchu, sum doyði út og varð fjaldur av trøum og øðrum plantuvøkstri. Nú á døgum er hann kent ferðamál.

Í 1530-árunum gjørdu spaniólar innrás í Inkaríkið og hertóku landið Perú. Tað var viknað av innanhýsis ósemjum, og hertøkan elvdi til, at inkamentanin syndraðist. Nógv fólk doyðu, býir vórðu lagdir í oyði, og bríkar og vatningarskipanir fóru fyri skeyti. Sponsku hertakararnir varnaðust ikki býin, tá ið teir tóku landið í 1532, og ikki fyrr enn í 1911 kom amerikanski fornfrøðingurin Hiram Bingham fram á “horvna býin”, ið hann leingi hevði verið nevndur.[4] Har eru toftir av til dømis templum og 143 sethúsum. Næstan 400 ár seinni varð ein gloymdur býur funnin aftur uppi á einum fjalli. Nú varð býurin nevndur Machu Picchu. Áðrenn býurin varð avtoftaður, var hann bústaður hjá teimum seinastu inkakongunum. Machu Picchu varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1983.[5]

Referansar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://whc.unesco.org/en/list/274
  2. http://whc.unesco.org/archive/advisory_body_evaluation/274.pdf
  3. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/354719/Machu-Picchu
  4. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/354719/Machu-Picchu
  5. http://whc.unesco.org/en/list/274
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið