Mánaringrás
Appearance
Ein mánaringrás er ringrásin hjá mánanum runt jørðina, t.e. ein mánamánaður. Hon varar góðar 4 vikur og er frá tendring (tað er við nýmána) um fyrra kvartal (1. vikan), fullmána (2. vikan)(eisini kallað full sól), seinna kvartal (3. vikan) og aftur til tendring (4. vikan). Hvør mánaringrás hevur navn á føroyskum og verður kallað -sól, td. jólasól, torrasól, gøsól, vársól.