Jump to content

Lutheranisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lutheranisman)
Lutherska rósan
Málningur av Martin Luther, 1529

Lutheranisman (lutherdómur) er ein kristin trúgv, sum er ein grein av protestantismuni. Lutheranisman er størsti trúarbólkur í Skandinavia, Týsklandi og Dakota í USA og er høvuðstrúgvin í m.a. Svøríki, Noregi, Íslandi og Finnlandi. Fólkakirkjan í Føroyum er eisini evangelisk-luthersk. Lutheranisma byggir á læru Martin Luther. Hann innførdi hesa nýggju læru tíðliga í 16. øld í Týsk-rómverska ríkinum, talan var um eina endurnýggjan og broyting av tí katólsku trúnni. Evangelisk-lutherska trúgvin breiddi seg til fleiri lond í 16. øld, og varð hetta tíðarskeiði seinni nevnt Reformasjónin. Tað eru fleiri ymiskir trúarbólkar innan kristindómin, og er Luteranisman ein teirra. Av teimum umleið 2 milliardir kristnu í heiminum eru umleið 70 milliónir av teimum lutheranarar.

Lutherrósan var persónliga innsiglið hjá Martini Luther og kemur fyrstu ferð fyri á einum brævi frá 1517. Eftir hvat ið skilst teknaði Luther sjálvur rósuna. Svarti krossurin í reyða hjartanum ímyndar treytaleysu trúnna á tann krossfesta Krist og kærleikan í boðskapinum. Hvíta rósan ímyndar gleðina, troystina og friðin í trúnni. Bláa bakgrundin er ein sinnismynd av andaligu og trúarligu vónini um himmalska gleði, sum, sambært Luther, byrjar longu her á foldum. Gylti ringurin, ið kransar bláa litin, boðar, at himmalska gleðin varir í allar ævir og er dýrbærari enn aðrar gleðir og aðrir ágóðar.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið