Lundar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tvey lundar.

Lundar (frøðiheiti: Fratercula) eru ein sjófuglaætt ið telur trý sløg, eitt í Atlantshavi: vanligur lundi (Fratercula arctica), og tvey í Kyrrahavi: hornalundi (Fratercula corniculata) og topplundi (Fratercula cirrhata).

Lundar eru umleið 35-40 cm til hæddar, við breiðum nevi, ið gerst sera litríkt í paringstíðini. Føðin er æti, sum lundin kavar eftir. Lundi verpur eittans eggið í lundaholuni, sum hann grevur út í svørðinum, nær við havið. Fjaðurhamurin er svartur, gráur ella hvítur, stundum við gulum fjaðrum í.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið