Louis Zachariasen
Louis Christian Oliver Zachariasen (21. januar 1890 á Kirkju - 30. august 1960 í Keypmannahavn) var føroyskur rithøvundur, politikari, lærari, verkfrøðingur, blaðstjóri og stjóri. Var útbúgvin lærari í 1911. Tók verkfrøðingsprógv í Danmark í 1923. Gjørdist riddari av Dannebrog í 1949.
Hann var løgtingsmaður í tveimum skeiðum 1940-1943 og 1946-1950, í 1948- 1950 var hann landsstýrismaður. Frá 1943 til 1954 var hann blaðstjóri á Tingakrossi, og hann var stjóri á Telefonverk Føroya Løgtings frá 1936 til 1952.
Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]
- 1936 - 1952 Stjóri á Telefonverk Føroya Løgtings
- 1940 - 1943 Løgtingsmaður
- 1943 - 1954 Blaðstjóri á Tingakrossi
- 1946 - 1950 Løgtingsmaður
- 1948 - 1950 Landsstýrismaður
Útgivið[rætta | rætta wikitekst]
- 1926 - Páll Fangi (sjónleikur)
- 1951 - Á leiðini (yrkingar)
- 1952 - Úr Føroya søgu um ár 1700
- 1961 - Føroyar sum rættarsamfelag 1535-1655
- 1978 - Abbastova (skaldsøga)
- 1978 - Sóttin svarta (stuttsøgur)
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 362. (PDF)
- Bokasolan.fo
- Louis Zachariasen á snar.fo