Longyearbýur
Coordinates: 78°13′N 15°39′E / 78.22°N 15.65°E
Longyearbýur | ||
---|---|---|
Miðbýurin í Longyearbýnum, Svalbard | ||
| ||
Motto: "Unique, secure, and creative" | ||
Coordinates: 78°13′N 15°33′E / 78.217°N 15.550°E | ||
Fullveldisríki | Noreg | |
Territory | Svalbard | |
Island | Spitsbergen | |
Stovnaður | 1906 | |
Innlimaður | 1. januar 2002 | |
Stjórn | ||
• Borgarstjóri | Christin Kristoffersen (Arbeiðaraflokkurin) | |
Fólkatal (2008) | ||
• Tilsamans | 2 040 | |
Heimasíða | http://www.lokalstyre.no/ |
Longyearbýur er størsti býur á Svalbarði og liggur í Longyeardalen á vestursíðuni á oynni Spitsbergen. Í Longyearbýnum er útvarpsstøð, skúli, skjúkrahús, bókasavn og biohøll. Heimsins norðasti býur, Longyearbýurin, varð bygdur í sambandi við námsvinnu. Har eru nógvar matstovur, og miðalaldurin er lágur. Tað kemst av at har eru nógv lesandi og universitetið virkar sum kjarnin í býnum. Landið liggur so langt norð, at tað um veturin er myrkt alt samdøgnið og ljóst um summarið.
Her búgva 2500 fólk, og sagt verður, at 3000 ísbjarnir eru í nærumhvørvinum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tað var entreprenørurin, John Munro Longyear, sum legði lunnar undir býin í 1906, men býurin varð oyðilagdur av týskarum hin 8. september í 1943. Longyearbýurin varð endurbygdur aftur eftir Seinna heimsbardaga.
Í 2015 lótu tvey fólk lív í skalvalopi í Longyearbýnum, og í desember í 2017 máttu myndugleikarnir flyta 200 fólk burtur, tí vandi var fyri skalvalopum. Umleið 10 prosent av íbúgvunum í býnum mugu hvørt ár rýma frá húsum fleiri ferðir.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Seinastu hevur stórur vøkstur verið í talinum á skrásettum feløgum á Svalbard, serliga innan ferðavinnu. Seinastu árini hevur tað eydnast stjórnini at víðarimenna samfelagið í Longyearbýnum við millum annað at leggja ferðavinnuna betri til rættis. Serliga stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni, sum er komin til Svalbard sjóvegis. Ferðavinnan í Longyearbýnum á Svalbard hevði 85 milliónir danskar krónur í inntøku frá reikferðavinnuni (cruiseskipum) í 2018. Í 2022 vóru eisini tvífalt so nógv charterflogfør á flogvøllinum í Longyearbýnum sum í 2019. Tað er serliga í sambandi við tey mongu cruiseskipini, sum koma til Svalbard, at flogferðslan eisini veksur.